Kommunustýrisskipan fyri Eiðis kommunu
|
|
1.partur
aftur
Bygdarráðið
Bygdarráðið hevur 7 limir, ið verða valdir eftir teim til eina og hvørja tíð galdandi reglunum í kommunalu vallógini.
§ 2
Stk. 1. Samsvarandi reglunum í kommunustýrislógini velur bygdarráðið við meirilutavali borgarstjóra fyri alt valskeið bygdarráðsins. Borgarstjórastarvið er hálvtíðarstarv. Eisini velur bygdarráðið við meirilutavali varaborgarstjóra fyri alt valskeiðið.
Stk. 2. Um borgarstjórin av eini ella aðrari orsøk hevur forfall, røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið. Varir fráveran meiri enn 2 mánaðir, skal bygdarráðið velja fyribils borgarstjóra við gildi til fráveran heldur uppat.
Stk. 3. Borgarstjórin hevur rætt til feriu í 5 vikur um árið. Í hesum tíðarskeiðnum røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið.
§ 3
Bygdarráðið samtykkir eina fundarskipan, ið m.a. ásetur nærri reglur um fyrireiking, fundarboð, hvussu fundir skulu haldast og málsmannagongd o.a.
§ 4
Stk. 1. Bygdarráðið tekur avgerð um, nær og hvar vanligir bygdarráðsfundir skulu vera. Við byrjanini av hvørjum álmannakkaári verður hetta almanna kunngjørt. Bygdarráðið hevur almennan fund vanliga eina ferð um mánaðin.
Stk. 2. Eykafundir verða hildnir, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av limunum krevur tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundirnir skulu vera, og um høvi er til tess verða fundirnir almannakunngjørdir.
Stk. 3. Limur, ið hevur tørv á at fáa upplýsingar og tekniskan stuðul frá kommunalu fyrisitingini í samband við málsviðgerðina, fær hesa við at venda sær til borgarstjóran ella skrivaran.
2. partur
Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini, sambært § 22 í kommunustýrislógini.
§ 6
Stk. 1. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyristingini. Hetta er lýst í kapitul 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:
- hevur dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini
- býtir málini út til tær ymsu nevndirnar
- tekur sær av málum, sum ikki fara í nevnd
- gevur fundarboð
- fyrireikar bygdarráðsfundir
- kunnar bygdarráðslimir um, hvørji mál eru innkomin og koma fyri á fundum
- leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at bygdarráðslimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið
- boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan seinasta fund
- ansar eftir, at mál, ið krevja bygdarráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin
- sær til, at málini verða avgreidd og um neyðugt ger fyriskipan um hetta
- tekur avgerð í málum, ið ikki tola at bíða og har eingin orsøk er til iva
- ansar eftir, at fari verður fram eftir samtyktum bygdarráðsins
- kunnar føstu nevndirnar um arbeiðir, sum eru í gongd innan teirra øki
- ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan og
- saman við einum persóni, sum bygdarráðið hevur heimilað til tess, undirskrivar skjøl, ið binda kommununa.
Stk. 2. Borgarstjórin hevur eftirlit við, at mál, ið krevur bygdarráðsins avgerð og hoyrir undir fyrisitingarøki hjá nevnd, verður lagt fyri bygdarráðið saman við neyðugum nevndarummæli, áðrenn bygdarráðið tekur avgerð.
Stk. 3. Borgarstjórin hevur eyguni eftir, at einki mál liggur á láni. Nevndirnar hava skyldu til at greiða honum frá málum, tær hava við at gera, og hvussu tað liggur fyri við at avgreiða tey. Um neyðugt, ger hann fyriskipan fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.
§ 7
Borgarstjórin ansar eftir, at hvør peningaupphædd – tað veri seg inntøka ella útreiðsla við kommunukassan – er bókað í kommunuroknskapin, og at upphæddin hevur heimild í fíggjarætlanini ella aðrari galdandi samtykt. Er talan um eina peningaupphædd, ið heimild ikki er fyri, leggur hann málið fyri avvarðandi nevnd og fíggjarnevndina ella bygdarráðið.
3. partur
Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra o.a.
Stk. 1. Til at taka sær av teirri beinleiðis fyrisitingini av viðurskiftum kommununar verða skipaðar ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir.
Stk. 2. Bygdarráðið velur lim í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har bygdarráðið ella kommunan sambært øðrum fyriskipanum skal verða umboðað.
Stk. 3. Val av limum og tiltakslimum í fastar nevndir o.a. fer fram á fyrsta bygdarráðsfundi og beint aftan á valið av borgarstjóra og varaborgarstjóra. Valið fer fram eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3. Verður avgjørt at velja av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.
§ 9
Bygdaráðið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir, ið skulu taka sær av ávísum málum ella fyrireikandi ella ráðgevandi arbeiði fyri bygdarráðið, fíggjarnevndina ella hinar føstu nevndirnar.
§ 10
Stk. 1. Hvør nevnd hevur sína gerðabók, har allar samtyktir nevndarinnar verða førdar. Við fundarlok verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av øllum teim luttakandi nevndarlimunum.
Stk. 2. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókini. Tá mál, har nevndarlimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verða send øðrum mynduleikum, kann nevndarlimurin krevja, at mynduleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini. Nevndarlimurin kann viðleggja málinum grundgeving fyri serstøðu síni.
§ 11
Stk. 1. Hendir tað, at ein nevnd hugsar um at fremja ætlanir, ið nerta við arbeiðsøki hjá aðrari nevnd, verða samráðingar at fara fram við hesa ella ummæli fingið til vega frá hesi nevnd, áðrenn ætlanirnar verða setta í verk. Um neyðugt luttaka fíggjarnevndin og borgarstjórin í samráðingunum.
Stk. 2. Hvør nevnd sendir, í samráð við teknisku nevnd, tilráðing til bygdarráðið um fíggjarnevndina viðvíkjandi íleggingararbeiði, ið hoyrir undir hennara fyrisitingarøki.
§ 12
Nevndirnar ansa eftir, at ikki verður brúktur meiri peningur enn avsettur er sambært teim einstøku upphæddunum á fíggjarætlanini ella játtaður við serstakari viðtøku. Um tað er hildið ynskjandi ella neyðugt at játta meiri pening, senda nevndirnar – um fíggjarnevndina – bygdarráðnum tilráðing hesum viðvíkjandi.
§ 13
Nærri reglur um nevndararbeiði kunnu verða ásettar í fundarskipan, sum bygdarráðið góðtekur.
4. partur
Stk. 1. Í fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður og 2 aðrir bygdarráðslimir.
Fíggjarnevndin fyrisitir tey málsøki, sum løgd eru til hana sambært kapitull 8 i kommunustýrislógini.
Stk. 2. Fíggjarnevndin fyrisitur mál viðvíkjandi kassa- og roknskaparverkinum, lønar- og starvsfólkaviðurskiftum og allari umsiting kommununar.
Stk. 3. Fíggjarnevndin sendir bygdarráðnum tilráðing um keyp ella sølu av føstum ognum, veðseting og um burturleigu av ognum kommununar.
Stk. 4. Øll mál, ið snúgva seg um fígging, skulu – áðrenn tey verða løgd fyri bygdarráðið til samtyktar – hava verið til ummælis hjá fíggjarnevndini.
§ 15
Stk. 1. Fíggjarnevndin ansar eftir, at peningaognir kommununar – íroknaður tann peningur, ið ikki er neyðugur til gjaldingar av dagligu útreiðslunum – verða goymdar á tryggan hátt og eisini soleiðis, at tær geva sum mest av sær.
Stk. 2. Tær peningaognir, ið ikki eru neyðugar at hava til taks í reiðum peningi fyri at greiða dagligu útreiðslurnar, skulu verða settar inn í peningastovn, á postgiro ella settar í slík lánsbrøv, sum verða nýtt, tá ið tað snýr seg um ognir hjá ómyndingum.
Stk. 3. Virðisbrøv kommununar skulu – um tey ikki eru tryggja á annan fullgóðan hátt – fáa átekning um, at tey eru ogn kommununar, og at eingin hevur ræði á nøkrum virðisbrævi uttan við samtykki bygdarráðsins. Um tað er møguligt, skal átekningin verða skrivað í bók hjá avvarandi stovni.
Stk. 4. Somu skyldur, sum frammanfyri eru tilskilaðar, hevur fíggjarnevndin viðvíkjandi øðrum peningaognum, sum kommunan hevur um hendur.
§ 16
Stk. 1. Fyri 1. oktober sendir fíggjarnevndin bygdarráðnum uppskot til fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár.
Stk. 2. Uppskot til fíggjarætlan skal viðgerðast tvær ferðir í bygdarráðnum við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. december og latin landsstýrismanninum innan 3 gerandisdagar aftaná.
Stk. 3. Við hvørjari upphædd á uppskotinum skal verða viðmerkt:
1) tann upphædd, ið verður skotin upp fyri komandi ár,
2) tann upphædd, ið er avsett fyri verandi roknskaparár og
3) tann upphædd, ið er inngoldin ella brúkt í undanfarna roknskaparári.
Um roknskapurin fyri undanfarna ár ikki er lagdur fram, kunnu fyribils tøl úr honum verða nýtt.
Stk. 4. Tær íleggingar- og fíggjarætlanir, ið nevndin hevur gjørt, verða lagdar fram saman við uppskotinum til fíggjarætlanina. Við uppskotinum skulu fylgja upplýsingar um tær fíggjarligu broytingar, sum kunnu væntast í komandi roknskaparári.
§ 17
Fíggjarnevndin hevur ábyrgdina av
-
at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin
-
at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður
-
at gera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini
-
at leggja grannskoðaðan roknskap fyri bygdarráðið til góðkenningar og undirskrivingar
-
at leggja grannskoðarafrágreiðing fyri bygdarráðið til kunningar
-
at grannskoðaður roknskapur verður latin landsstýrismanninum innan 1. juni eftir endað fíggjarár.
§ 18
Fíggjarnevndin ansar eftir, at ikki verður, uttan samtykki bygdarráðsins, farið upp um tær á fíggjarætlanini viðtiknu peningaupphæddir og aðrar játtanir, hvørki tilsamans ella tá talan er um einstakar upphæddir, og at ikki verður farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk sbr. § 19,2.
§ 19
Stk. 1. Fíggjarnevndin hevur eftirlit við fyrisitingini av peningi og bókhaldi kommununar. Hon ansar eftir, at inntøkurnar hjá kommununi koma inn rættstundis, og at møgulig útistandandi skuld verður innkravd. Eisini ansar nevndin eftir, at eftirstøðulistar verða gjørdir og kannar hesar við hóskandi millumbili.
Stk. 2. Fíggjarnevndin ásetur tær reglur, sum kommunala umsitingin hevur at ganga eftir, tá ið tað snýr seg um at siga nevndini frá, um tað í nøkrum føri er farið – ella kann væntast at verða farið – upp um tær einstøku peningaupphæddirnar á fíggjarætlanini ella tær upphæddir, ið játtaðar eru sambært serstakari viðtøku.
Stk. 3. Fíggjarnevndin ansar eftir, at øll onnur skjøl verða goymd á tryggan hátt.
5. partur
1. petti. Hesar føstu nevndir skulu verða valdar:
1. Almanna -og mentunarnevndin
2. Tekniska nevndin
2. Havnarnevndin
4. Heilsu-og umhvørvisnevndin
2. petti. Limirnir í teim í 1. petti umrøddu nevndum verða valdir millum býráðslimirnar.
§ 21
Eftir áheitan frá fíggjarnevndini og innan eina tíðarfreist, sum henda nevnd setur, skulu nevndirnar koma við teirra parti av uppskotinum til ársfíggjarætlanina og til gerð av íleggingar- og fíggjarætlanum.
§ 22
Hvør nevnd gevur tilmæli til býráðið í málum, innan hennara fyrisitingarøki, har lóg áleggur býráðnum at geva tilmæli ella taka støðu.
§ 23
Hvør nevnd ansar eftir, at ikki verður, uttan samtykki býráðsins, farið upp um tær á fíggjarætlanini viðtiknu peningaupphæddir og aðrar játtanir, hvørki tilsamans ella tá talan er um einstakar upphæddir, og at ikki verður farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk sbr. § 19, 2. petti.
aftur
Almanna-og mentunarnevndin
1. petti. Almanna-og mentunarnevndin hevur 3 limir.
2. petti. Til at viðgera tey ymsu sløgini av málum kann nevndin velja eykanevndir við minst 3 limum - valdum eftir lutfalli. Formaðurin í sosialu nevndini skal helst vera formaður í ella limur av slíkum eykanevndum.
3. petti. Nevndin tekur avgerðir í málum, ið sambært lóggávuni hoyra undir sosialu-og mentunar nevndina. Í tann mun fyriskipaninar í lóggávuni ikki eru til hindurs, hevur nevndin eisini tær heimildir, sum sambært sosialu/mentunarlóggávuuni eru lagdar til bygdaráðið
4. petti. Nevndin fyrisitur teir stovnar/skipanir hjá kommununi, ið ætlaðir eru til social- heilsulig og mentunarlig endamál og skipar fyri útvegan av innbúgvi, amboðum og tílíkum til hesar.Nevndin fyrisitur, viðlíkahaldinum av skúlabygningum, ítróttarhøll o.ø.
5. petti. Eisini fyrisitur nevndin bókasavnsviðurskifti kommununnar, søvn og onnur mál av mentunarligum týdningi í kommununi.
6. petti. Nevndin gevur viðmæli til býráðið í málum viðvíkjandi nøvnum á nýggjum gøtum, vegum o.ø. sambært tilmæli frá serstakari nevnd, bólki e.ø.
7. petti. Nevndi tekur avgerð í málum, ið snúgva seg um útlán og burturleigu av rúmum í kommunalum ognum til nýstlu hjá feløgum o.ø., ið ætlað eru til mentanarendamál o.a.
8. petti. Eftir gjøllari reglum frá býráðnum útinnir nevndin studningsjáttanir og til feløg, herundir eisini fyri stovnandi tiltøkum til frama fyri slík, o.tl.
1. petti. Tekniska nevndin hevur 3 limir.
2. petti. Nevndin fyrisitur øll mál, ið sambært byggilóggávu og lóg um býarskipanir og byggisamtyktir eru løgd undir bygdaráðið
3. petti. Nevndin fyrisitur allar umsóknir um bygging og sundurluting og viðger hesar sambært galdandi lógum, reglugerðum og fyriskipanum og ansar eftir, at øll bygging er í samsvari við hesum.
4. petti. Nevndin útinnir fríðkan (viðarlundir, spælipláss, gøtur) og viðlíkahaldið av øllum bygningum, áum og veitum og jarðarognum, tað veri seg traðarognum, urtagarðs- og øðrum jarðarstykkum og trygging av virðum hjá kommununi.
5. petti. Nevndin fyrisitur kommunalu teknisku málsøkini, sum t.d. verkstaðin, vatnverkini, vegirnar, kloakkirnar, gøtuljósini og onnur teknisk viðurskifti, ið ikki hoyra undir aðra nevnd, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.
Nevndin ansar eftir, at tær viðtøkur og reglugerðir, sum galda fyri nevndu málsøki, verða fylgdar.
6. petti. Nevndin hevur tekniskt eftirlit við almennum plássum, vegum, kloakkum, reinsi-verkum, almennum nátthúsum o.ø.
7. petti. Tá gøtu-, veg- og onnur íleggingararbeiði skulu verða sett í verk, sendir nevndin tilmæli til býráðið hesum viðvíkjandi, jfr. § 11,2, og skipar fyri, at arbeiðini verða framd samsvarandi teirri av bygdaráðnum samtyktu arbeiðsætlan.
Nevndin fyriskipar uppsetan av navnaskeltum á gøtum, vegum, torgum, støðum o.ø. og hevur í øllum førum eftirlit við, at fyriskipanirnar í vegareglugerðini um gerð og yvirtøkur av gøtum og vegum verða hildnar.
8. petti. Skylda kommununnar til at reinsa gøtur, vegir og pláss (torg) er løgd til nevndina, og leiðir og útinnir hon hesi arbeiði - eisini tá talan er um kavagrevstur og at beina fyri burturkastinum frá øllum hesum arbeiðum.
9. petti. Nevndin fyrisitur mál, ið sambært lóggávuni, kunngerðum, reglum um umhvørvisvernd og fyriskipanum, eru løgd undir kommununa, og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi.
10. petti. Nevndin hevur eftirlit við, at gingið verður eftir teimum servituttum og deklaratiónum, sum álagdar eru til frama fyri kommununa.
Havnanevndin
1. petti. Havnanevndin hevur 3 limir.
2. petti. Nevndin fyrisitur havnir og lendingar og skipar fyri teimum arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Sama er galdandi fyri kommunalar bygningar og annan útbúna og ognir, ið hoyra havnum og lendingunum til, og virkar samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum viðvíkjandi fyrisiting av havnini og lendingunum v.m.
Eisini kann nevndin, býráðsins vegna, fyrisita vinnuøki, ið liggja uppat havnaøki og hava tilknýti til bryggju.
Heilsu- og umhvørvisnevndin
1. petti Heilsu- og umhvørvisnevndin hevur 3 limir.
2. petti Nevndin umsitir og fyrisitir mál, ið samb. kunngerð um umhvørvisvernd og fyriskipanum, eru løgd undir kommununa.
3. petti Nevndin umsitur kunningarmál fyri kommununa.
4. petti Nevndin umsitur annars øll heilsu- og umhvørvismál.
7. partur
Stk. 1. Borgarstjórin fær samsýning ájavnt við 34. lønarflokk sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag landsins.
Stk. 2. Borgarstjórin fær eftirløn v.m. smb. Kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 3. Samsýning og eftirøn verða goldin fammanundan við 1/12 um mánaðin.
Stk. 4. Borgarstjórin fær ikki fundar- og aðrar samsýningar smb. § 9,6 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 5. Varaborgarstjórin fær smb. § 9 og10 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini 10% av samsýningini, ið verður givin borgarstjóranum.
Stk. 6. Fundarsamsýning verður latin fyri bygdarráðsfundir og nevndarfundir sambært § 2,2 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 7. Fundarsamsýning verður latin fyri luttøku á skeiðum, bygdarráðið hevur góðkent, umframt annað fundarvirksemi, sum verður gjørt eftir umbøn frá bygdarráðnum smb. § 2,1-2 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
Stk. 8. Formenninir í teim føstu nevndunum fáa samsýning til fyrireiking og avgreiðslu av nevndarfundum smb. § 2,4 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
8. partur
Broytingar í stýrisskipanini o.a.
Henda kommunustýrisskipan og broytingar í henni skal verða viðgjørd á tveimum bygdarráðsfundum, við í minsta lagi 14 daga millumbili.
Soleiðis samtykt á bygdarráðsfundi 10.apríl 2002 og 08.mei 2002
