|
Látrið
Í 1821 tók Pól á Látrinum (f. 1779) norðaru- og eystaru lon av Reynagarði í Havn niður, fluttu tær til Eiðis, og bygdi Látrahúsini upp av teimum. Onkustaðni hevur verið sæð, at hetta var í 1841-1842.Tá Pól á Látrinum doyði tann 17.04.1850 vóru Látrahúsini liðug uttan. Upprunaliga høvdu húsini skifertak, men skjótt varð flagtak lagt á. Í 1983 vóru húsini, sum tá vóru illa farin, yvirtikin av Eiðis Fornminnisfelag. Nógv varð broytt og gjørt av nýggjum fyri at fáa húsini aftur í upprunaligan stand. Pól á Látrinum var ríkur maður, og eru húsini eisini størri enn vanlig bóndahús vóru tá í tíðini. 21 fólk hava búð í húsunum í senn og vanliga 6-10 tænastufólk. Í roykstovuni eru 4 koyggjur har 2 fólk hava sovið í hvørjum. Farið var uppá loft úr roykstovuni so ikki varð neyðugt at fara ígjøgnum ta fínu stovuna fyri at koma uppá loftið. Í roykstovuni varð karað, spunnið, bundið, matgjørt, og hvat annars var neyðugt í gerandisdegnum. Glasstovan varð fínasta rúm í húsinum har tikið varð ímóti gestum. Inn frá glasstovuni er lítið kamar har bóndahjúnini svóvu. Úr glasstovuni verður eisini farið inn í køkin. Vatn varð lagt í húsini í 1912, men trævasj hevur altíð verið í køkinum.
Kelda: Eiðis Bygdasavn
|