Heilsuviðurskifti


1912

Gudmund Effersøe verður settur sum fyrsta lækni á Eiði.

1916

Gudmund Effersøe fer úr starvinum sum lækni á Eiði.

1920

Rasmus Kristen Rasmussen (1886-1961) verður settur sum lækni á Eiði. Hann hevði alla Norðureysturoynna og alla Norðurstreymoynna sum sítt læknadømi og mátti ganga upp um fjøll og verða settur yvir um fjørð, ofta í ringum líkindum. R.K. Rasmussen læt úr hondum bókina "Gomul føroysk heimaráð", sum kom út í 1958. Fyri útheimin varð bragd hansara og tað, sum gjørdi navn hansara kent starvsfelaga millum um heimin, at hann loftaði tí innskoti, hann fekk um uppruna nátasjúkunnar, og var førur fyri í víðagitnu ritgerð síni at prógva hetta.

1928

Eiðis heilsunevnd varð sett á stovn í 1928. R.K. Rasmussen, lækni, var formaður frá fyrsta degi og sat sum formaður øll árini til 1945, tá hann fór úr nevndini. Hinir, sum vóru í teirri fyrstu heilsunevndini, vóru Johan Poulsen, í Djónastovu og Anthon Ellingsgaard, í Durhúsi.

1952

Leif Dahl verður settur sum lækni á Eiði.

1959

Marner Simonsen verður settur sum lækni á Eiði.

1960

1. mai 1960 tók Petur Reinert -1991) við sum lækni og sat í hesum starvi til 1. desember 1986. Meðan Petur sat í lansstýrinum 1975-1979, røkti Kaj Kalsberg læknastarvið. Frá 1981-1986 røktu Petur Reinert og Magnus á Stongum starvið í felag.

1986

Magnus á Stongum verður settur sum kommunulækni í Eiðis læknadømi.

2008

Magnus á Stongum fer úr starvinum sum lækni á Eiði.

Kelda: "Eiðis kommuna, 1894-1994"

 

 


logga inn