1691
Í "Antiquariske Annaler" 1820 verður millum annað nevnt um klokkuna og klokkutornið og um tveir messingljósastakar og silvurkalik og disk. Hetta er tað fysta niðurskrivað v.v. kirkju á Eiði.
1789
Kirkjan stendur einsamøll undir Barnalofti, sum eystasta hús í bygdini.
1872
Kirkjan stendur í gamla kirkjugarði um 1872. Kirkjan er eina trækirkja, sum er tvørtrøðað við vatnborði (bretti) undir teimum tveimum vindeygunum við hvør sínum 20 rútum, sum eru uppi í eysturskjøldrinum á kirkjuni.
1881
Nýggja kirkjan eysturi í Geilagarði verður vígd. Kirkjan er bygd eftir fornum byggiháttum sum við Sankta Magnusar-dómkirkjunum, teirri í Orknoyggjunum og teirri í Kirkjubø. Kirkjan er bygd av tí gamla føroyska grótinum undan Korndalshamri og er 20 m long og 10 m breið. Hon hevur fløgusteintaki skifur, og 5 nýromanskbogaðum vindeygum á hvørjari síðu.
1934
Missiónshúsið Karmel verður tikið í nýtslu 21. november 1934.
1948
Møtisalurin Mizpa varð tikið í nýtslu 25. oktober 1948.
1973
Í 1973 verður umsókn frá brøðrunum Pól Johannesi og Andriasi Poulsen um loyvi at byggja ein møtisal, 6-12 metrar, við Ljósá samtykt av kommunustýrinum.
Kelda: "Eiðis kommuna, 1894-1994"