Loranstøðin – Ein bygdarmynd

Loran-C støðin man vera øllum Eiðisfólkum kend. Sum árini gingu, gjørdist 190,5 metur høgi masturin eitt slag av bygdarmynd.

LORAN er stytting fyri Long Range Navigation. Ein radaraskipan, ið amerikanska hervaldi nýtti undir seinna heimsbardaga. Loran-C skipanin var tikin í nýtslu í 1956.

Tøknin var nú dagførd og kundi vísa skipum og flogførum meira nágreiniliga á, hvar tey vóru stødd. Støðin á Eiði var uppsett í 1959. Økið, har støðin skuldi standa, var lætt atkomiligt og tí var tað mett, at vera hóskandi at hava hana har.  Øll hesi árini sendi hon signal út til skip og flogfør í økinum.

Á nýggjárinum í 2015 var tó liðugt. Boðini komu úr útlondum – seinasti sendarin skuldi sløkkjast. Tørvurin á nú gomlu skipanini var uppi og fylgisveinar tóku fult yvir leiklutin hjá radaraskipanini. Masturin var niðurtikin trý ár seinni í 2018.

Ein, sum upplivdi tað mesta av søguni hjá Loran-C støðini, er Jógvan K. Mørkøre. Jógvan er útlærdur radioteknikari og stutt eftir lokna útbúgving, fekk hann bjóðað starv á støðini. Hetta var í 1962. Sama árið datt masturin niður í illveðrið.

 


Jógvan K. Mørkøre starvaðist á støðini í 50 ár. (Mynd: KVF)

Loran-C skipanin varð nýtt í nógvum ymiskum londum og í fleiri ár, men ongin starvaðist á eini slíkari støð longri enn Jógvan, sum starvaðist á støðini í samfull 50 ár.

Hóast hann sat sera leingi í starvinum, var hann aldrin heilt greiður yvir hvør brúkti radio signalini frá støðini.

– Eg spurdi ongantíð eftir hvat signalið var brúkt til. Eg gjørdi sum eg var biðin. Hetta sigur Jógvan Mørkøre í samrøðu við KVF.

Harumframt sigur hann, at nú hann hugsar aftur á hasa tíðina, stendur honum greitt, at tað allarhelst var brúkt til hernaðarligt virksemi.

Tey fyrstu mongu árini stóðu amerikumenn fyri støðini, í samstarvið við donsku stjørnina, men sum fylgisveinar og GPS vunnu frama, mistu teir áhugan, og í 1997 tóku fransmenn yvir. Tørvurin minkaði so við og við, men tað kom fyri, at boð komu frá skipum um takksemi fyri skipanina, tí hóast hon var gomul, var hon enn avbera nágreinilig – serliga meðan GPS skipanin enn var nýggj.

Eftir 56 ár hevði støðin tænt fyri seg. Eyðkenda ljóðið úr støðini hevði ljómað fyri seinastu ferð.