Matvinnan gjørdist lagna mín

Rose Poulsen er upprunaliga úr Etiopia, har hon vaks upp á einum stórum bóndagarði. Í dag eigur og rekur hon “Roses Café & Catering” við Ljósá, ið opnaði 6 juli í 2019. Á kaffistovuni er týdningurin av feskum rávørðum í hásætið.

Beint sum eg komi inn í kaffistovuna hjá Rose, biður hon meg sum tað fyrsta spritta mær hendurnar. Hetta sigur hon vera nakað henni als ikki dámar. Hon vil helst møta øllum við opnum ørmum og einum smíli sigur hon. Síðani greiður hon eitt sindur frá barndóminum.

– Sum ung genta, lærdi eg týdningin av feskum rávørðum og sunnum matið. Pápi var bóndi á einum stórum garði, har vit vóru sjálvbjargin. Eg minnist eisini, at mamma hevði eina serliga gávu. Hon dugdi at lukta seg til feskastu og bestu rávørðurnar. Gestablídni hevði eisini sera stóran týdning fyri okkum. Hetta gestablídni tók eg til mín og brúki tað nú eisini í mínum yrkislívið.

Hvat var fyrsta starv títt í matvinnuni?

– Eg kom til Føroya í 2006 við teirri ætlan, at arbeiða innan KT. Men tá ið tað ikki gekk, mátti eg ganga arða leið. Eg byrjaði í starvið í køkinum hjá Magn.

Hetta dámdi mær væl, men eg fann skjótt útav, at úrvalið av matið til kundarnar var einki serligt. Tað mesta av matinum koyrdu vit í mikroovnin. Eg kom í prát við deildarleiðaran og nevndi hetta fyri honum. Sum tíðin leið, fóru vit frá einans at hava eina feska rávørðu, til at hava 40 ymsar rættir.

Hví valdi tú matvinnuna?

– Tað er eitt sindur ilt at siga akkurát hví. Eg vaks upp við foreldrum, sum vistu nógv um mat.
Tá ið eg kom til Føroyar, byrjaði eg at arbeiða sjálvstøðugt sum vaskifólk. So við og við byrjaði eg eisini at gera mat, sum ein liður í tænastuveitanini.

Eftir hetta, fekk eg starvið á Magn í 2009. Síðani gekk leiðin til USA, har eg fór á lærdan háskúla og fekk prógv innan matvinnu. Tað sum á enskum verður nevnt ” Culinary arts”. Tað vil siga, alt sum hevur við matin at gera. Tilgerð, reinførið og so framvegis. Tá ið eg kom aftur til landið, setti eg mær fyri, at hava egna kaffistovu. Eg sá møguleikar við hesum hølunum og arbeiddi miðvíst fyri, at hetta skuldi eydnast og nú er tað málið rokkið.

Sjálvt um hetta ikki var ætlanin á fyrsta sinnið, vil eg siga at matvinnan gjørdist lagna mín.

 


Hugnaliga kaffistovan hjá Rose.

Hvat er tað besta við starvinunm?

– Eg má siga, at tað besta við starvinum er nøgdir kundar. Tá ið kundarnir smílast, so sovið eg væl!

Hvørjar matmentanir geva tær stórstan íblástur?

– Fyrst og fremst má eg nevna matmentanina heima úr Etiopia, sum í grundini minnur um tað føroysku. Vit ræsa og turka nógv. Eg havi ferðast nógv í miðeysturi, so hagani dragi eg eisini íblástur til mín. Eisini serliga úr Grikkalandi. Mær hevur altíð dámt sera væl grigskan mat.

Síðani spyrji eg Rose um fyrimyndir í matvinnuni.

– Tann fyrsta fyrimyndin, ið kemur mær til hugs er mamma, sum allarhelst er vanligt hjá teimum flestu. Fara vit meira til teir kendu kokkarnar, so vil eg nevna Jamie Oliver sum fyrimynd. Eisini kann eg nevna Gordon Ramsay, sjálvt um hann bannar heldur illa!

Hvørji eru langtíðarmál tíni?

– Langtíðarmálið í løtuni er, at gera økið kring kaffistovuna grønari og at gera eitt skeltið omanfyri vegin, soleiðis at fólk finna oman. Eitt annað mál, er at samantvinna mína egnu matmentan við teirri føroysku.

Til endans vil eg nýta hendan møguleika, at takka Eiðis kommunu fyri teirra avbera góða stuðul, sigur ein nøgd og avgjørd Rose Alemayehu Poulsen úr fjálgu kaffistovu sínari.