Talv er krýggj – Á vitjan hjá talvfelagnum Róki

Talvspæl sum vit kenna tað í dag, hevur uppruna úr fleiri líknandi spølum í Ásia, sum sprungu upp um ár 600.

Øll spølini hava eitt til felags. Tey hava ígøgnum heimssøguna verið nýtt til, at eftirlíkna eina orrustu. Spælarin er herførarin, hvørs endamál er at fanga kongin hjá mótstøðumanninum, soleiðis at kongurin ongan veg sleppur. Skák og mát!

Um hesa ársins tíð, savnast limirnir í talvfelagnum Róki aftur til venjing í skúlanum á Eiði.

Lagið er gott millum frammøttu luttakararnar og eg kenni á mær, at eg tríni inn í ein heim av nærmast óteljandi møguleikum og ástøðum. Eitt talvborð telur 64 puntar. Longu áðrenn fyrsta leik eru møguleikarnir sera nógvir í talið og teir gerast bara fleiri, sum talvi gongur. Hetta er helst tað, sum bæði dregur fólk til spælið, eins og tað kann fáa fólk at missa mótið.

Beint sum eg kom inn í hølið, varð eg biðin at skriva meg upp til venjingarkappingina sum var hetta kvøldið. Eg royndi sum frægast at bera meg undan, men einki batti og áðrenn eg visti av, sat eg við eitt talvborð. Skjótt varð mær greitt, at eg ikki eri nakar stórur herførari.

Talvfelagið telur í dag áleið 20 limir, men felagið hevur fyri eyga, at vaksa um limatalið og væntandi koma 20 limir afturat, um ikki alt ov langa tíð.
Eftir ætlan skulu venjingar ganga fyri seg skiftivís, bæði í skúlanum á Eiði og skúlanum við Streymin.

 


Limir í Róki sita við einum spennandi talvi.

Rógvi Egilstoft, formaður í Róki, sigur soleiðis um støðuna í løtuni:

– Tað gongur væl. Vit hava skipa okkum betri og júst havt aðalfund, har vit settu eina nevnd.

Vit hava tvey lið, sum spæla í hvør sínum bólki í 3. deild og tey liggja nummar trý í sínum ávisu bólkum. Vónandi klárar annað liði so við og við, at kappast um uppflyting. Vit kundu kanska havt eitt lið afturat, men so stendur helst á við manning. Málið hjá felagnum er ikki broytt stórvegis hesi fyrstu árini. Vit royna at vaksa um limatalið og vilja helst hava alt Sundalagið við.

Aðalmálið er at halda felagnum uppi. Tað er altíð vandi fyri, at tað dettur niðurfyri. Tað vita vit frá øðrum royndum, at stovna eitt talvfelag her í økinum.

Rógvi Egilstoft hevur fingist nógv við talv í fleiri ár og hevur eisini vunnið heiti International Master ella IM.

Fyri at vinna hetta heiti, skal ein útmerka seg innan talv. Hetta kann gerast á ymiskar hættir. Tað fyrsta kravið er ein styrkismeting yvir 2400, síðani skal ein telvari eitt nú hava eina styrkismeting áljóðandi 2450 yvir 9 tølv, har mótstøðan skal vera minst ein altjóða meistari ella stórmeistari.

Eg spyrji hann hvat skal til fyri at røkka hesum støði:

– Tað er torført at siga akkurát hvussu man skal gera. Tað er eingin greið uppskrift, men man er noyddur at telva nógv og yvir nógv ár, fyri at tátta í eina styrkismeting áljóðandi 2300-2400.
Síðani skal ein venja sera nógv fyri at halda tað við líka og eisini luttaka í altjóða kappingum.

Er stórur áhugi fyri telving í økinum?

– Her eru nógv fólk sum telva, men vit skulu kanska duga betri at fáa fólk uppí. Við tí rætta tilboðnum, so skulu fólkini nokk koma.

Hevur tú nøkur ráð til fólk sum hava hug at royna seg við talvi?

– Tað kann tykjast møtimikið at byrja við, men tað er bara at byrja. Har eru alskyns møguleikar at læra seg at telva á alnótini. Eingin sigur, at man skal seta seg við einari bók um talv ástøði beinanvegin. Tað stuttliga er at telva. Restin skal nokk koma seinni.

Kunnu talvførleikar betra um førleikar í gerandislívinum?

– Í talvi er sera týdningarmikið at hugsavna seg, hugsa logiskt og taka avgerðir undir trýsti. Tað er kanska serliga hesir eginleikar, sum fólk kunnu taka við sær út í gerandislívið. Klokkan gongur skjótt undir einum talvi og avgerðir skulu ofta takast innan nøkur fá sekund.

At enda spyrji eg Rógva, um hann hevur eini boð til lesaran.

– Eg kann nevna tað, at vit telva hvørt mánakvøld klokkan 20:00 og vit vilja gjarna vaksa um limatalið. Fólk halda seg kanska aftur, tí tey meta seg ikki duga nóg væl at telva, men tað er einki krav hjá okkum. Vit hava sæð, at telvarar sum byrjaðu her fyri 2-3 árðum síðani, hava ment seg sera nógv, so tað er bara at koma!

Felagið hevur ein facebook bólk, ið nevnist “Talvfelagið Rókur”