Vangamynd: Kristinn Guðmundsson

Tey vóru helst fá á Eiði, ið kendust við Kristinn Guðmundsson, tá ið hann fyrr í ár varð kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá Eiðis Bóltfelag.

Vit hittust til eina samrøðu, í eyðkendu læknahúsinum á Eiði, har Kristinn dagliga heldur til saman við familju sínari.

Tað er regnvátt uttanfyri, tá ið vit sessast til eitt prát hendan týsdag fyrrapart. Vit sita í vælprýddu stovuni.

Fyrstur eri eg at sessast, og stutt eftir kemur Kristinn, berandi við koppi av kaffi, ið hann beyð mær tá ið eg trein innum.

Við okkum til ein stóran part av samrøðuni, er dótturin hjá Kristinni, ið er heima hendan dagin. Hon er skjót at vísa á, at pápi sín javnan gjørdi slíkar samrøður við íslendska kringvarpi RÙV.

Spurdur hvussu hann er móttikin av Eiðisfólki, heldur hann skemtiliga fyri:

– “Eg man hava sett lokalt met fyri at vitja handilin.” sigur hann smílandi og heldur fram “Handilin er eitt miðpunkt í bygdini og kenni eg nú handilsfólkini væl. Tað er ikki at forsmáa, at vit hava verið sera væl móttikin av tykkum.”

Kristinn Guðmundsson varð borðin í heim í bygdini Patreksfjörður, á vesturlandinum, góðar 5 tímar úr Reykjavík. Hann greiður frá, at hann var ofta í bygdini sum yngri. Bygdin kann samanberast við Eiði á fleiri økjum. Fólkatalið liggur um 700 fólk og fiskivinnan er størsta vinnan.

Patreksfjörður (Guide To Iceland)

– “Patreksfjörður liggur sera avsíðis. greiður Kristinn frá:  – “Bygdin hevur gistingarhús og matstovu og tílíkt, men eg vil siga at Eiði er størri, av tí at her ikki er so avsíðis. Tað eru 10 minuttir til Norðskála og góð trý korter til Havnar. At búgva í Patreksfirði, kann samanberast við útoyggj her í Føroyum.”

Hóast hann var nógv í Patreksfirði sum yngri, slær íslendingurin fast, at hann sær seg sum verandi úr Kópavági.

– “Eg havi verið í Kópavági síðani eg var seks ára gamal, og tað var her, at eg hevði mín ítróttarliga uppvøkstur.”

Vit venda aftur til ítróttarliga uppvøksturin hjá Kristinni seinni.

Undir fyrireikingunum til hesa grein, helt eg tað vera undranarvert, at hann valdi akkurát Eiðis Bóltfelag, sum næsta stig á hondboltsyrkisleiðini. Eg seti honum spurningin, hví tað akkurát gjørdist EB.

Kristinn smakkar sær á kaffi og byrjar at greiða frá:

– “Tað var mestsum tilvild, at tað gjørdist akkurát EB. Eg var vorðin troyttur av tíðini í ÌBV, ja mest sum troyttur av hondbólti sum heild. Ì ÌBV snúði tað seg um, at yvirliva í bestu deildini, ár um ár. Eg troyttaðist av hesum og vildi tí royna okkurt nýtt.”

– “Mær hevur altíð dámt Føroyar og havi leingi vilja vitjað landið.”


Mynd: Álvur Haraldsen

 

– “EB setti seg í samband við meg, og eftir at eg prátaði við umboð fyri felagði stóð greitt, at hetta tilboðið passaði mær sera væl. Mær hevur altíð dámt Føroyar, og nú sleppi eg at virkast og starvast her dagliga.”

Prátið vendir sær nú aftur ímóti Kópavági, og hvussu hondbóltur gjørdist yrkisleiðin. Kristinn er ítróttarmaður sum fáur annar, og hevur roynt seg í mangum og hvørjum.

Sum 12 ára gamal, fór hann til hondbóltsvenjing við nøkrum vinmonnum og hann fann skjótt útav, at hondbólturin passaði honum best sum menniskja.

– “Vit vóru nakrir vinmenn, sum fóru til venjing hjá HK Kópavági. Eg var um 11-12 ára aldur og eg visti beinanvegin, at hetta var tað rætta fyri meg. Eg gjørdist ungdómsvenjari í HK sum 15 ára gamal, so tað var byrjanin uppá hesa lívsleið.”

Upprunaliga ætlanin var, at Kristinn bara skuldi virka sum høvuðsvenjari hjá EB, men fyri at stytta honum stundir, fekk hann tilboð um at arbeiða í frítíðarskúlanum.

– “Eg tók av hesum tilboðið við tí fyri eyga, at koma meira út ímillum Eiðisfólk.”

– “Umframt starvið sum venjari, eri eg í frítíðarskúlanum, har eg læri børnini týdningin, av at fara væl við kroppum sínum. Talan er um børn, so tað skal sjálvandi vera spæl uppi í.”

Lívið innan hondbólt er ikki bara ein dansur á rósum, men jaliga lindi í Kristinni, tykist hava hjálpt honum langt á leið og hevur eisini ført við sær nógvar minnigaríkar løtur, bæði sum leikari og venjari.

Sum virkin leikari, var hann málmaður. Hann var tilknýttur til HK, tá ið teir vunnu minniligan steypasigur í 2003. Mótstøðu liðið hendan dagin var UMF Afturelding. Endaliga støðan gjørdist 21-24 til HK.

Nøkur ár eftir hetta, gjørdist hann høvuðsvenjari felagsins og í 2012, gjørdu teir ikki mætari, enn at vinna meistaraheiti.

 

Handknattleiksfélag Kópavogs hevur aldrin verið millum tey stóru feløgini í Ìslandi.  Tað merkist á Kristinni, at hann er errin av lokalfelagið sínum.

– “Vit vunnu meistaraheiti í 2012, og árið gjørdist uppaftur betri, tá ið dóttur mín var borðin í heim. – Ein kann siga, at eg í veruleikanum vann tvey steyp í 2012.” hetta sigur Kristinn, meðan hann smílandi hyggur at dóttrini.

Eftir at hava vant nógv heima í Ìslandi og í Noregi, er tíðin nú komin til at hann skal royna seg á Eiði.

EB er nýliga flutt upp í SMS deildina og venjarin er spentur uppá komandi tíðina. Hann leggur dent á, at úrslitini sjálvandi hava týdning, men tað snýr seg mest um at byggja okkurt upp.

“- Tað er kanska ikki so stuttligt, at halda við EB aftaná  fyrstu dystirnar, har vit hava tapt stórt, men vit byggja felagið upp. Hvør veit, spyr meg um støðuna tá eitt ár er fari, ella kanska bæði tvey. Ongin veit hvar vit eru tá!”

Prátingarsami maðurin úr Kópavági er spentur uppá stóru uppgávuna, og hóast heldur tunga byrjan á kappingarárið, sær hann hetta sum eina spennandi verkætlan, við framtíðini fyri eyga.