Korndalsgarður (Barnaansing)

Barnagarðurin á Eiði, Korndalsgarður varð tikin í nýtslu í 2008.

Á stovninum ganga umleið 54 børn millum 0 og 6 ár í barnagarð og 32 børn eru í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í Eiðis skúla.

Stovnurin er opin frá kl. 07:00 til kl. 17:00.

Kostnaðurin fyri pláss á stovninum er:

0 – 3 ár
fulla tíð, 2.300,- kr/mð
hálva tíð, 1.250,- kr/mð

3 – 6 ár
fulla tíð, 1.775,- kr/mð
hálva tíð, 950,- kr/mð

Frítíðaransing (0. flokkur), 1.775,- kr/mð  (Aldan)
Frítíðaransing (1.-3. flokk),- 1.100,- kr/mð

Um systkin eru í ansingarskipanini fæst systkinaavsláttur.
Um tvey systkin eru er avslátturin 25% av lægra gjaldinum
Eru trý systkin er avslátturin 50% av lægsta gjaldinum og 25% av næstlægsta.
Eru fýra systkin er avslátturin 100% av lægsta gjaldinum, 50% av næstlægsta og 25% av triðlægsta.

Samband:

Barnagarðurin Korndalsgarður
Foravegur 11
Tlf. 473588 ella 210588

Leiðarin, tlf. 740410

Stovurnar:
Rósan, tlf. 740411
Blákollan, tlf. 740412
Sóljan, tlf. 740413
Spírin, tlf. 740414
Summardáin, tlf. 740415