VEKS

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um

– Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
– Heimahjálp
– Heimasjúkrarøkt
– Venjingar / ergo- og fysioterapi
– Matútbering
– Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.

Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.

Leiðari í VEKS er Niels A. Joensen

Stýrislimirnir í VEKS eru:

Jógvan í Skorini, formaður (Eiðis Kommuna)
Heri Müller, næstformaður (Kvívíkar Kommuna)
Heðin Zachariasen (Sunda Kommuna)
Pauli T. Petersen (Vestmanna Kommuna)
Kári Matthiasson (Sunda Kommuna)
Trygvi K. Joensen (Sunda Kommuna)
Herit Magnussen (Vestmanna Kommuna)

Meiri kunning á http://www.veks.fo