Søguligt

Søguliga hevur ítróttur verið týðandi partur av bygdalívinum á Eiði.

Eiðis Bóltfelag (EB) varð sett á stovn 24. februar 1913 og er sostatt eldsta bóltfelag í Eysturoynni. Í fyrstuni var bara fótbóltur á skránni, og fari varð beinanveg undir at gera fótbóltsvøll niðri á Mølini. Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí nógv grót skuldi brótast burtur. Tí var vøllurin fyrstu árini minni enn teir flestu, og tí var ikki óvanligt at spælt var við færri leikarum á hvørjum liði. Tað var ikki fyrr enn í september 1967, at vøllurin á Mølini varð fótbóltsvøllur í fullari stødd.

Í 1945 varð eisini farið undir at spæla hondbólt á Mølini. Tað var lærarin í bygdini Andreas Thomsen, sum var úr Gøtu, sum tók stig til hetta og undirtøkan var góð. Í 1947 varð fyrstu ferð meldað lið til landskappingina í hondbólti, og kvinnurnar av Eiði gjørdu ikki mætari enn at vinna bæði 1. og 2. deild!

Finaluna í bestu deildini vunnu tær 7-3 móti Vípuni av Sandi. Dysturin varð spældur í Gundadali í Havn og venjari var Óli Egilstrøð. Hetta er framvegis einasta føroyameistaraheitið hjá EB í vaksnamannadeildunum. Annars vunnu EB-kvinnur eisini 2. deild í 1948, 1949, 1973 og 1974 og mennirnir vunnu 2. deild 1969 og 1976.

Í 1972 varð asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan á Eiði. Men um sama mundið fóru ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. Hetta var helst ein av orsøkunum til at EB sum frá leið fánaði burtur í hondbóltshøpi.

Í 2003 bleiv ítróttarhøll gjørd í samband við skúlan á Eiði og síðani er hondbólturin so smátt farin at blomstra aftur í bygdini.

Í 1980’unum tá kvinnufótbólturin bleiv meira skipaður í Føroyum var EB sum oftast at finna í bestu deildini, men hjá monnunum tyktist vera torført at standa seg. Í Sundalagnum var støðan nakað tann sama, og 1992 varð tí tikin avgerð um at stovna Felagsdeildina EB/Streymur til tess at styrkja fótbóltsliðini á Eiði og í Sundalagnum. Fyrstu árini var samstarvið galdandi fyri besta liðið hjá monnum, men í dag fevnur tað um allar deildir hjá báðum kynum.

Felagsliðið má sigast at hava staði seg væl og millum annað hevur besta manslið vunnið tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar. Og í 2017 vann besta kvinnuliði eisini steypakappingina. Hetta prógvar at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar.

Í dag er Eiðis Bóltfelag hondbóltsfelag burturav.

Fótbóltsheiðrar hjá EB
Dreingir U16: Meistarar 1992 Steypavinnarar 1974 og 1977
Gentur U14: Meistarar 1993
Gentur U10: Meistarar 1998

Heiðrar hjá EB/Streymi
Menn: Meistarar 2008 og 2012 Steypavinnarar 2007, 2008, 2010 og 2011
Kvinnur: Meistarar 2017 og Steypavinnarar 2017
Dreingir U18: Meistarar 2004 Steypavinnarar 1993
Dreingir U14: Meistarar 2011
Gentur U14: Meistarar 2016 Steypavinnarar 2016
Gentur U10: Meistarar 2007