Mentanarhøllin

24. juni 2016 varð mentanarhøllin í Eiðis kommunu tikin í nýtslu.

Høllin er gamla fimleikarhøllin í Eiðis skúla, sum er umbygd til at kunna hýsa nógvum ymiskum mentanarligum tiltøkum so sum fyrilestrum, tónleikaframførðslum, listaframsýningum og øðrum. Í høllini eru 4 venjingarhøli og eitt framførsluhøli, har umleið 150 fólk kunnu sita.