Risin og Kellingin

Risin og Kellingin eru helst millum kendastu drangarnar í Føroyum. Hetta ikki minst orsaka av søgnini um tey bæði.

Gamla søgnin sigur at risarnir í Ìslandi kundu hugsa sær at fingið Føroyar norður til Ìslands og tí vóru ein risi og kona hansara send til Føroya við hesum fyri eyga.

Tey komu bæði at tí ytsta berginum,  Eiðiskolli og longst móti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak hon tók, var so fast, at Ytri Kollur skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; – grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta. So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; – tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Risin og Kellingin er væl umtøkt ferðamál millum bæði føroysk og útlendsk ferðafólk.