Eiðis kommuna søkir eftir arbeiðsfólki

Eiðis kommuna søkir við hesum eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur:

Arbeiðsuppgávurnar eru at taka sær av dagligu uppgávunum í kommununi. Tær fevnað um kloak, vatn, vegir. v.m.

Førleikar:

Tann, ið settur verður, skal:

·         Kunna arbeiða skiftandi arbeiðstíðir

·         Kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

·         Hava koyrikort

·         Helst hava arbeiðsroyndir

Fyrimunur er, um arbeiðsroyndirnar samsvara teimum arbeiðsuppgávum, ið starvið inniber.

Løn:

Løn sambært avtalu.

Upplýsingar og umsókn:

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran, Rógva Egilstoft á tlf: 740400

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 13.06.2022.
Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

 

 


Eiðis kommuna
Brekkuvegur 37, 470 Eiði
tlf. 200400
eidi.fo