Frítíðaravloysarar til VEKS summarið 2019

 

 

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2019

Talan er um størv innan fylgjandi fakbólkar:

Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsurøktarar
Heilsuhjálparar
Køks- og vaskifólk

Starvsøkið
VEKS Eystur  (Sunda- og Eiðis Kommuna)
VEKS Vestur  (Vestmanna- og Kvívíkar Kommuna)

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi fakfelag hjá nevndu fakbólkum.

Upplýsingar

Nærri upplýsingar um starvsinnihald fáast við at venda sær til

Sundalagið/ Eiði          Kirstin Jensen                         tlf. 793252

Vestmanna/ Kvívík      Mia Pedersen                          tlf. 793231

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella til

Heimatænastan í VEKS

Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Við frámerkinum “Frítíðaravloysarar”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. apríl 2019, kl. 12.00

 

Upplýsingar um virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo