Sí broyting í byggisamtykt fyri Eiðis kommunu

Við heimild í lógini um býarskipanir og byggisamtyktir (løgtingslóg nr.13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt við seinni broytingum) verður við hesum uppskotið til broyting í almennu byggisamtyktini fyri Eiðis kommunu framlagt til almenna hoyring.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðini hjá Eiðis kommunu, á Brekkuvegi 37, 470 Eiði, og á heimasíðuni www.eidi.fo, í tíðarskeiðinum 17. juni til og við tann 8. juli 2024.

Broytingin er fyri Hólman á Eiði. Partur av øki F (Almenn fríðtíðarøki) verður broytt til øki E (Almennir stovnar)

Sí broytingina fyri økið her. 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða komunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mándagin 29. juli 2024.