Um Eiðis kommunu

Eiðis kommuna hevur verið sjálvstøðug kommuna síðani 1894, tá bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskála og Oyri valdu at fara úr felagskommununi í Eysturoynni, og stovna Ejdes Sogns Kommune. Orsøkin til hesa avgerð var, at Eiðis sókn, sum tá var tann fólkaríkasta í oynni, helt seg brúka ov nógva tíð og lutfallsliga nógvan pening til at ferðast á kommunustýrisfundir aðrastaðni í oynni.

1. oktober 1894 helt nýggja kommunustýrið sín fyrsta fund, har tað skipaði seg við Grækaris Joensen sum formanni. Grækaris varð í 1871 fyrsti næmingur, sum tók læraraprógv í Føroyum, og sama ár varð hann settur sum lærari á Eiði. Hetta starv røkti hann til hann doyði 12. juni 1897. Hinir limirnir í fyrsta bygdaráðnum vóru Jens Jørgen Kruse, sum var næstformaður, Jesar Abrahamsen, sum fekk ábyrgdina av vegarbeiði, Hanus Joensen, sum skuldi krevja skatt inn á Eiði og við Ljósá og Johan Nysted, sum skuldi krevja skatt inn í Svínáum, á Oyri og við Norðskála, har har hann eisini sjálvur búði. Hinir fýra búðu á Eiði.

Í 1943 settu bygdirnar Oyri, Norðskáli og Svínáir fram ynski um at taka seg burtur úr kommununi. Millum annað vóru 89 undirskriftir savnaðar fyri uppskotinum í hesum trimum bygdunum. Meirilutin í kommunustýrinum (3 av 5 limum) tók undir við at Oyri og Norðskáli skuldu fara burturúr, men at Svínáir skuldu verða verandi í kommununi. Minnilutin (2 av 5 limum) skeyt upp at fólk í Svínáum sjálvi skuldu avgerða hvørja kommunu tey vildu hoyra til, men hetta uppskot fall.

Sostatt var Eiðis kommuna eftir 1. januar 1944 bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir – og soleiðis er tað enn!