Kvøldskúlavenjing í Kolshøll

Í tíðarskeiðnum 30 januar-19 apríl bjóðar kvøldskúlin at bjóða kropsliga venjing í Kolshøll. Fyrsta venjing verður komandi mánakvøld (30. januar) klokkan 20:00.
Luttøkugjaldið er 200 krónur. Fyrireikararnir skrivað soleiðis;

“Venjing eina ferð um vikuna, mánakvøld kl. 20.00-21.00 í Kolshøll, frá 30. jan. til 19. apríl.

Tað mesta av venjingini verður bygt upp sum intervalvenjing. Dentur verður lagdur á at styrkja kropskjarnuna (búk og rygg) og allan kroppin sum heild umframt konditiónsvenjing.

Venjingin verður tillagað til einstaka luttakaran.

Tey luttakandi skulu hava venjingarmáttu við.

Luttøkugjaldið, sum er 200 kr. skal gjaldast áðrenn undirvísingin byrjar á 6460 – 156.081.8. Viðmerk navn og skeið.

Tekning fer fram hjá læraranum, sum er Anna Berg Danielsen tlf. 526942.”