Kvøldskúlin – frágreiðing

Veving

Undirvíst verður 5 leygardagar og 5 mánadagar. Dagarnir verða ásettir tá ið tilmeldingin er endað. Pláss er fyri 20 luttakarum.

 

Ull og seyming

Tað verða 2 skeið.

Fyrra skeiðið (fyri jól) verður hesi vikuskifti: 17. og 18. sept.- 8. og 9. okt.- 29. og 30. okt.- 12. og 13. nov.

 

Seinna skeiðið verður eftir jól, og er hesi vikuskifti: 14. og 15. jan.- 28. og 29. jan.- 11. og 12. feb.- 4. og 5. mar.

 

Til hvørt skeið er pláss fyri samanlagt 12 næmingum (6 til ull og 6 til seyming).

 

Koyrikort til lítið prutl

Undirvíst verður á Eiði hesar dagar frá kl.18:00-20:15: 27.sept.-29.sept.-30.sept.-4.okt.-6.okt.-11.okt.

Teoriroynd 12.okt.

Koyring á egnum lógligum prutli 12x45min.

Koyriroynd møguliga 13.okt.

Harumframt skulu øll taka skeið í 1.hjálp.

Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr., sum skal gjaldast á k.nr. 6460 – 156.081.8 áðrenn frálæran byrjar. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til Akstovuna fyri ástøðis og verkligu royndirnar og útgávan av koyrikortinum.

Næmingar, ið ætla at taka koyrikort, mugu hava fylt 15 ár áðrenn endaliga royndin verður.