100 fleiri enn í 2012

Nú vit enn einaferð lesa um stóra fólkavøksturin í Eiðis kommunu, kann til stuttleika nevnast at 1.januar 2020 búðu yvir 100 fleiri fólk í Eiðis kommunu enn 01.januar 2012.

Hetta svarar til at millum sjeyndi og áttandi hvør persónur sum vit møta í kommununi, ikki var búsitnadi her fyri 8 árum síðani.