Bygdasavn

Eiðis bygdasavn er í gomlu húsunum á Látrinum. Húsini eru friðaði og standa miðskeiðis í bygdini.

Poul Joensen (á Látrinum) bygdi húsini. Hann hevði keypt norðaru og eystaru lon av Reynagarði í Havn frá dóttur landkirurgin Schnell í 1818 og tók tær niður í 1821. Av teimum bygdi hann húsini.

Í dagbókauppskriftum hjá Kristoffer Michael Olsen, føddur í Tjørnuvík, stendur m.a.:
15.08.1847: I år er dannebrogsmand Poul Joensens stenhus på Ejde blevet tækket. Han har arbejdet så småt derpå i 10 år; endnu er det ikke værdigt indvendigt.

17.04.1850: I går døde dannebrogsmand Poul Joensen, Ejde, omtrent 78 år gammel. Hans store stenbygning var netop færdig. (Sbrt kirkjubókini doyði Poul Joensen á Látrinum 17.04.1850, 72 ára gamal).

Abbasonur Poul á Látrinum, Jákup Pauli Samuelsen, flutti inn í tann partin av húsunum, sum nevnist Loftið.

Sambært húsasýni í 1907-13 (H. Jones) verður skorsteinurin í gamla køki niðurtikin og nýggjur settur upp vesturi í stovuni. Høvuðsinngongdin er tann sama.

Til 1924 hevur gamli køkur helst verið nýttur sum kamar. Í 1924 innrættar Poul Olsen (oldurabbasonur Poul á Látrinum) miðpartin av húsunum. Í 1930-unum keypir Jørgen Ellingsgaard húsini, uttan tann vestara partin, sum nevnist á Loftinum.

Í 1951 verður miðparturin broyttur. Ein hædd verður bygd oman á, kjallarin verður útgrivin, sentralhiti innlagdur, wc og bað, trappan flutt og durur bygdur. Hurðarnar til roykstovuna og spísikamar verða blendaðar.

Húsini eru seinni umvæld og í mest møguligan mun førd aftur í gomlu innrættingina.

Savnið er opið eftir nærri avtalu. Meira fæst at vita við at venda sær til Bjarta Mørkøre á tlf. 595280.

Myndasavn