Frítíð og mentan

Í Eiðis kommunu er eitt ríkt mentanarlív.

Kirkja og samkomuhús verða væl vitjaði og tað sama er galdandi fyri tey tiltøk, sum samkomurnar skipa fyri uttanfyri vanligu karmarnar, so sum legur, útferðir og annað.

Í EB og EB/Streymi eru hundratals børn og vaksin virkin í ymiskum ítróttagreinum. Um summari er tað serliga fótbóltur á skránni, og hesin hevur fingið góðar karmar við fótbóltsvøllinum í Hólmanum. Um veturin er nógvur hondbóltur, men eisini aðrar ítróttargreinar so sum innandurða fótbóltur og badminton verða dúgliga íðkaðar í ítróttarhøllini.

Summari fevnur eisini um kampingøki, sum liggur á mølini – gamli fótbóltsvøllurin í bygdini. Plássi er væl vitja um vikuskiftini og har eru tónleikaframførðslur á skránni fyri gestunum.

Musikskúlin er eisini virkin og hesin hevur fingið góðar umstøður við mentanarhøllini í gomlu fimleikarhøllini.

Seinnu árini hevur Heystfagnaðurin – “Føroya bygdasligasta tiltak” – eisini verið fastur táttur, og hevur hesin fingið góða undirtøku frá bæði bygdarfólki og avbygdafólki.