Størsta gleðin er gleðiboðskapurin

Fyri Jonhard Jógvansson hevur áhugin fyri gudfrøði verið ein stór drívmegi, bæði í tí privata og yrkislívinum. Spurdur, um hví hann valdi júst yrkisleiðina sum prestur, svarar Jonhard:

– Eg trúgvi, at Gud veruliga er til og at hann hevur opinberað seg, tildømis ígjøgnum skapanarverkið og skriftina.

Gud talar til okkum menniskju, og tað ger hann enn í dag. Tað er tað, sum ger gudfrøði og trúðarlívið sera áhugavert.

Tað var tó eitt annað áhugamál, ið myndaði lærdóm Jonhards í eina tíð. Hann avgjørdi at fara í læru sum timburmaður. Eftir lokna lærutíð í hesum yrki, gekk leiðin til Danmarkar. Í 2010 byrjaði Jonhard á Dansk Bibel-Institut, har hann las gudfrøði í 4 ár á bachelor stigi. Yvirbygningin tók hann síðani á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

 


Solvang Kirkja.

Fyrsta starvið sum prestur hevði Jonhard í Solvang Kirke á Amager. Tíðarskeiðið 5. februar til 10. juni 2019 røkti hann hetta starvið sum avloysari. 13 dagar eftir hetta varð hann settur í embæti sum prestur í Eiðis prestagjaldi.

1. juli í 2019 hevði Jonhard fyrsta starvsdagin.

Sum øllum kunnugt, eru vit í einari sermerktari tíð, orsakað av korunu farsóttuni. Hetta hevur eisini ávirkað gerandisdagin hjá Jonhardi Jógvanssyni við familju.

– Hetta hevur verið ein heilt serlig støða hjá okkum, við tað at kona mín er lækni. Tískil hava vit verið noydd at avbyrgt okkum sum mest møguligt. Av somu orsøk hevur tað ikki verið møguligt hjá mær at røkt prestastarvið sum vanligt. Handilin í bygdini var okkum ein góð hjálp. Tey bóru okkum gerandisvørur til dyrnar, og tað eru vit sera takksom fyri.

Síðani spyrji eg prest, hvussu honum dámar Eiðis kirkju.

– Eiðis kirkja er avbera vøkur. Eg havi ikki verið nógv í bygdini áður, men eitt, sum mær altíð hevur dámt, er at kirkjan er tað fyrsta ein sær, tá ið man kemur til Eiðis. Tað er eitt avbera gott signal.

Aukustikkurin er sera góður inni í kirkjuni, og har er gott pláss uppi við altarið og prædikustólin. Eisini eru vakrir prýðislutir innan í kirkjuni. Tildømis kann eg nevna Guds lambið, og altartalvan er eisini heilt serstøk. Plássið er ikki altíð líka veðurgott, men eitt æl av og á má man tola, sigur Jonhard við einum brosi.

Hvør er størsta gleðin við starvinum?

– Sum prestur sleppi eg at arbeiða við tí, sum eg brenni fyri. Mær dámar avbera væl at lesa og fyrireika prædikutekstir, eins og at rannsaka Bíbliuna og at bera hetta fram. At boða gleðiboðskapin er størsta gleðin við starvinum, sigur Jonhard Jógvansson, prestur.

Jonhard leggur javnan tilfar út á heimasíðuna: http://www.jonhard.fo