Fólkayvirlitið

Fólkayvirlit er hjá kommununi. Tá flutt verður innanlands, verður antin boðað frá hjá kommununi, sum flutt verður úr ella til.

Tá tú flytir úr einum norðurlandi til Føroya, skal tú koma á kommunuskrivstovuna at boða frá flyting, og hava við tær samleikaprógv og útlendskt p-tal. Tey, sum flyta úr øðrum londum, skulu eisini hava pass og uppihaldsloyvi við sær. Um tú ert giftur, skal hjúnarbandsváttan vísast.

Kommunan avgreiðir síðan flytingina víðari saman við Landsfólkayvirlitinum.

Oyðublað til frásøgn um flyting finnist her.