Søgan

Eiðis kommuna hevur verið sjálvstøðug kommuna síðani 1894, tá bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu at fara úr felagskommununi í Eysturoynni, og stovna Ejdes Sogns Kommune. Orsøkin til hesa avgerð var, at Eiðis sókn, sum tá var tann fólkaríkasta í oynni, helt seg brúka ov nógva tíð og lutfallsliga nógvan pening til at ferðast á kommunustýrisfundir aðrastaðni í oynni.

1. oktober 1894 helt nýggja kommunustýrið sín fyrsta fund, har tað skipaði seg við Grækaris Joensen sum formanni. Hinir limirnir í fyrsta bygdaráðnum vóru Jens Jørgen Kruse, sum var næstformaður, Jesar Abrahamsen, sum fekk ábyrgdina av vegarbeiði, Hanus Joensen, sum skuldi krevja skatt inn á Eiði og við Ljósá og Johan Nysted, sum skuldi krevja skatt inn í Svínáum, á Oyri og við Norðskála, har har hann eisini sjálvur búði. Hinir fýra búðu á Eiði.

Grækaris varð í 1871 fyrsti næmingur, sum tók læraraprógv í Føroyum, og sama ár varð hann settur sum lærari á Eiði.

Langt var millum fundirnar tað fyrstu tíðina, tí næsti fundur var ikki fyrrenn summari eftir. Á hesum fundi varð samtykt, at brúgv skuldi byggjast um Breiðá. Umsókn varð send løgtinginum, um studning til tess. Lagnan vildi tað so, at Grækaris aldrin fekk at vita, hvussu gekk við brúnni. Grækaris Joensen andaðist brádliga, 12. juni 1897, 52 ára gamal.

Eftir hetta tók Jens Jørgen Kruse við sum bygdaráðsformaður. Hetta starvið røkti hann frá 1897 til 1900. Á næsta fundi, ið var hildin 29. september í 1897, varð samtykt ikki at velja nýggjan kommunustýrislim fyri Grækaris Joensen, av tí at stutt tíð var til nýtt val. 24 Juni 1900 tekur nýtt kommunustýri við á Eiði.

Umframt Heina Nygaard, Johan Nysted og Jógvan Poulsen, sum sótu frammanundan, eru Óli Ellingsgaard (Eisini nevndur Óli í køkinum) og Niels Kruse, nývaldir. Heini Nygaard gerst formaður og Niels Kruse gerst næstformaður. Longu um hetta mundi var umhvørvis politikkur á skránni, tí á sama fundi var samtykt, at Heini Nygaard “Påser renlighed paa stranden”.

Fara vit nøkur ár fram í tíðina til 1905, síggja vit, at 25. oktober hetta árið, var kommunustýrið kallað saman til eykafund, hetta í samband við skriv frá amtinum, um at seta á stovn telefonstøð á Eiði. Samtykt var at kannað, um eitt hóskandi høli kundi fáast til leigu og at finna onkran, ið kundi átaka sær at passa telefonina.

Sambært einum skrivi frá amtinum eitt ár seinni er hvørki høli ella fólk fingið til vega. Eitt umsóknarblað frá amtinum, um at fáa telefonverkið á Eiði, er eftir øllum at døma burturblivið og kom ongantíð komið fyri á kommunustýris fundi. Hetta er helst orsøkin til, at tað skuldu ganga ár eftir hetta, áðrenn Eiðisfólk fingu telefon.

Í 1920 kemur fyrispurningur frá Færø amts skoledirektion, ið vil hava at vita, um kommunustýrið er áhugað í, at fáa ein kvinnuligan svimjilærara til Eiðis, at læra genturnar at svimja. Svarið frá bygdaráðnum var, at tað ikki var mett neyðugt, at læra gentur at svimja. Òvist var eisini um pengar vóru til tað.

Í 1943 settu bygdirnar Oyri, Norðskáli og Svínáir fram ynski um at taka seg burtur úr kommununi. Millum annað vóru 89 undirskriftir savnaðar fyri uppskotinum í hesum trimum bygdunum. Meirilutin í kommunustýrinum (3 av 5 limum) tók undir við at Oyri og Norðskáli skuldu fara burturúr, men at Svínáir skuldu verða verandi í kommununi. Minnilutin (2 av 5 limum) skeyt upp at fólk í Svínáum sjálvi skuldu avgerða hvørja kommunu tey vildu hoyra til, men hetta uppskot fall.

Sostatt var Eiðis kommuna eftir 1. januar 1944 bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir – og soleiðis er tað enn!