Lestrarhøli

Til ber hjá útisetum, og øðrum lesandi, sum eru heima í summarfrí ella í øðrum sambandi, at læna høli í Eiðis skúla. Hetta kann eitt nú vera til uppgávuskriving ella fyrireiking til próvtøku.

Treytirnar fyri at læna hølið eru, at man fer væl um hølið og amboð og annars virðir skilhaldsreglur skúlans.

Ynskir tú at gera nýtslu av hesum, send ein teldupost til eidishall@eidi.fo ella ring til Nikkil Nielsen á tlf.: 740450.