Eiðistiltøk

Í 2022 var heimasíðan Eiðistiltøk tikin í nýtslu. Endamálið við heimasíðuni er at lýsa við tiltøkum í Eiðis kommunu.
Á síðuni verður lýst við konsertum, fyrilestrum og tílíkum. Um borgarar skipa fyri almennum tiltøkum, ber til at lýsa við teimum á hesari síðuni. Um so er, skulu tit venda tykkum til Martin K. Kristiansen á tlf. 740431, ella við at senda teldupost til mk@eidi.fo. Heimasíðuna finna tit her.