Samkoman í Mizpa
Brøðrasamkoman hevur verið í Eiðis komunu síðani í 1920’unum. Fyrstu árini vóru møti hildin ymsastaðni, m.a. í skúlanum, dansistovuni, losjuni og heima hjá privatpersónum.
Samkomuhúsið Mizpa varð tikið í nýtslu 25. oktober 1948. Sunnudagsskúlin byrjaði í 1956 og síðani hava verið hildin reglulig møti fyri børn og vaksin.
Samband:
Samkomuhúsið Mizpa, Brekkuvegur 15, 470 Eiði
www.mizpa.fo / mizpa@mail.fo