Økispsykiatri

Tríggir sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða í økispsykiatriini fyri Norðureysturoy, Norðstreym og Vágarnar. Skrivstovan er á Hornavegi 19 á Oyri.

Økispsykiatriin er ein partur av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Virksemið hevur til endamáls at styrkja og stuðla menniskju við sálarligari órógv. Harafturat verður arbeitt við at geva stuðul og innlit í egna støðu, stuðul til at skipa dagin, samstarva við avvarðandi og onnur viðkomandi, eins og við samrøðum og við undirvísing.

Fólk við sálarligari órógv ella avvarðandi teirra kunnu venda sær til økispsykiatriina. Eisini kann læknin ringja, antin á tlf. 234672 (Joan Danberg),  tlf. 234670 (Gurið Petersen), ella tlf. 234578 (Morid Johannesen)