Søguligt

1912
Gudmund Effersøe verður settur sum fyrsti lækni á Eiði

1916
Gudmund Effersøe fer úr starvinum sum lækni á Eiði

1920
Rasmus Kristen Rasmussen (1886-1961) verður settur sum lækni á Eiði. Hann hevði alla Norðureysturoynna og alla Norðurstreymoynna sum sítt læknadømi og mátti ganga upp um fjøll og verða settur yvir um fjørð, ofta í ringum líkindum. R.K. Rasmussen læt úr hondum bókina “Gomul føroysk heimaráð”, sum kom út í 1958. Fyri útheimin varð bragd hansara og tað, sum gjørdi navn hansara kent starvsfelaga millum um heimin, at hann loftaði tí innskoti, hann fekk um uppruna nátasjúkunnar, og var førur fyri í víðagitnu ritgerð síni, at prógva hetta

1928
Eiðis heilsunevnd varð sett á stovn í 1928. R.K. Rasmussen, lækni, var formaður frá fyrsta degi og sat sum formaður øll árini til 1945, tá hann fór úr nevndini. Hinir, sum vóru í teirri fyrstu heilsunevndini, vóru Johan Poulsen í Djónastovu og Anthon Ellingsgaard, í Durhúsi

1952
Leif Dahl verður settur sum lækni á Eiði

1959
Marner Simonsen verður settur sum lækni á Eiði

1960
1. mai 1960 tók Petur Reinert við sum lækni og sat í hesum starvi til 1. desember 1986. Meðan Petur sat í landsstýrinum í 1975-1979, røkti Kaj Kallsberg læknastarvið. Frá 1981-1986 røktu Petur Reinert og Magnus á Stongum starvið í felag

1986
Magnus á Stongum verður settur sum kommunulækni í Eiðis læknadømi

2008
Magnus á Stongum fer úr starvinum sum lækni á Eiði

2009 – 2016
Knud Jacobsen, Jens Davidsen og onnur avloysa sum læknar á Eiði

2017
Signhild Petersen og Ása J. Jacobsen settar í fast starv í Eiðis læknadømi

2019
Heini Harryson settur í starv í Eiðis læknadømi