Framhaldsdeild

Eiðis kommuna hevur samstarv við Sunda kommunu um framhaldsdeildina. Hetta merkir, at næmingar úr Eiðis kommunu skulu hava sama skúlatilboð, sum næmingar í Sunda kommunu. Undirvísingin er í Skúlanum við Streymin.

10. flokkur gongur á breytini, sum verður rópt E-nám. Hetta er samstarv millum Skúlan við Streymin, Fuglafjarðar skúla og Stranda skúla.