Musikkskúlin
Norðljómur er lista- og musikkskúlin í Eiðis og Sunda kommunum. Norðljómur bjóðar undirvísing í klaver- og urguspæli, klarinett, saksofon, blokkfloytu, tvørfloytu, kornett, althorni, eufonium, baryton, guitar, tuba og trummuspæli.
Árligi kostnaðurin fyri at spæla er 1.000,- kr. Systkin gjalda hálvt gjald. Blásiljóðføri ber til at leiga fyri 400 kr. um árið.
Tey, ið spæla, mugu vera íðin, møta til tímarnar og venja regluliga heima.
Um so skuldi verið, at næmingurin ikki fær møtt til undirvísing ein ávísan dag, eigur hann at boða læraranum frá hesum í góðari tíð. Næmingararnir mugu eisini boða frá, um so er, at skúlin skipar fyri onkrum, sum ger, at næmingurin hevur forfall.
Næmingarnir eiga sjálvsagt eisini at fáa boð, um læraranum berst frá at koma. Fyri at lætta um samskiftið verður mælt til, at telefonketa verður skipað fyri hvørt ljóðføri sær.
Tey, sum mugu koyra í sambandi við spælið, mugu sjálvi skipa fyri flutningi.
Tað er skylda at taka lut í konsertum og samanspæli, sum musikkskúlin skipar fyri.
Foreldur stuðla børnum sínum við at minna tey á at venja heima, sita hjá teimum, vísa áhuga og annars hjálpa teimum at halda tær avtalur, sum verða gjørdar. Hevur tú hug at spæla, kanst tú fylla út eitt tilmeldingarblað og senda tað til Norðljóm. Tú sleppur so framat, tá ið pláss er.
Nærri fæst at vita á heimasíðuni hjá Norðljómi ella við at venda sær til setta leiðaran í Norðljómi, Oddur Hentze á tlf. 297291. Tilmelding fer fram á heimasíðuni.