Eiðis kirkja
Eiðis kirkja varð vígd 18. september 1881. Kirkjan stendur eystur og vestur, sum siður er. Hon er 31 alin long, við torni og sakristii. Kirkjuskipið er 30 alin langt og 17 alin breitt. Hon er bygd í romanskum stíli. Takið er lagt við fløgugróti. Kirkjan hevur tunnuhválv, sum vanligt var til nýggjar kirkjur tá hon var bygd. Tá ið kirkjan var liðug, kostaði hon kr. 34.508. Leysliga mett, svarar tað til 30 milliónir krónir í dagsins pengum.
Kirkjuráð: Formaður Katrin Højsted, Mainifløta 13, 470 Eiði / Tlf. 42 34 65
Sóknarprestur: Jonhard Jógvansson, tlf. 423003/237339
Í bókini Yngru hválvkirkjurnar skrivar J. P. Gregoriussen soleiðis um tá kirkjan varð bygd:
“Fólk í Eiðis sókn vildu fegin hava nýggja kirkju (1874), og kirkjumyndugleikarnir vóru ikki ímóti. Nakað av kjaki stóðst av, hvar hon skuldi standa. Summi á Eiði hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á Eiði millum Hólman og fjørðin – á ringasta veðurplássið í bygdini. Onkur av teimum gomlu helt, at hann sjálvur man ikki ætla, at nakar skal koma í kirkjuna til sín. Sagt verður, at V.U.Hammershaimb, próstur á Nesi, gjørdi av at seta kirkjuna á Eiði, áðrenn hann fór úr Føroyum í 1878, og so varð.
Í 1870-unum var hugurin at byggja kirkjur úr viði lítil, tí hildið var, at viðurin fór ov skjótt. Menn høvdu hug at royna við gróti, sum nógv var til av á Eiði. Heitt var á danan Hans Christian Amberg í 1878. Hann var arkitektur frá akademinum í Keypmannahavn 1865.
Amberg var á Eiði summarið 1878 og hevði stutt eftir eina tekning klára av kirkjuni, har sitipláss vóru til eini 230 fólk. Løgtingið mælti í august 1879 Amtinum til at góðkenna uppskotið – og so varð. Um sama mundi stóð Amberg eisini fyri byggingini av Amtmanshúsinum og Kongaminninum í Havn.
Kirkjan varð vígd 18. september 1881. Vit kunnu ætla, at teir tilhøgdu, laðaðu steinveggirnir vóru vakrir á at líta; men innan var hon nakað ber, skilst á frásøgn í Dimmu. Dýrdarveður var, og “fólk úr øllum náminda bygdum streymaðu til Eiðis henda hátíðardag.”