Leysir hundar

Eiðis og Sunda kommunur hava gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysum hundum og øðrum djórum í kommununi.

Fráboðan um leysgangandi djór verður givin til vakthavandi á politistøðini í Tórshavn, tlf. 351448. Vakthavandi gevur síðani boðini víðari til aktingarmannin í økinum.

Áðrenn djór verða útflýggjað ánara, verður gjald kravt fyri upptøkuna. Hevur ánarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.

Samstarvsavtalan millum kommunurnar og Føroya Landfúta, har tey einstøku gjøldini eisini eru ásett, sæst her.