Tónleikurin gjørdist Alpha & Omega

Fyri Fróða Bjarnason Joensen hevur tónleikurin altíð havt stóran týdning. Eg havi verið á vitjan hjá Fróða og sett honum nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.

At byrja við, spyrji eg Fróða um nær tónleikur rørdi hann á fyrsta sinni.

– Eg havi altíð havt áhuga fyri tónleiki, men fyrstuferð eg visti at tónleikur var nakað serligt fyri meg, var tá ið eg sum unglingi hoyrdi kenda sangin “Leaving on a Jetplane” hjá John Denver.
Tað var fyrsti sangurin eg lærdi á gittara og tá kendi eg á mær, at tónleikur kundi røra meg á ein hátt, sum onnur ting ikki reiðiliga megna.

Minnist tú fyrstu framførslu tína?

–  Minnist meg rætt, so hevði eg fyrstu framførsluna í samband við gittartímar.  Hetta var í 2006. Vit vóru nakrir næmingar, ið gingu til hesar tímarnar. Eg legði til merkis, at sangirnir eg skuldi spæla, ofta vóru torførari enn sangirnir hjá hinum. Hetta kom eisini til sjóndar á framførsludegnum.
Aðrir næmingar fingu styttri instrumental stykkir at spæla, meðan eg sjálvur skuldi framføra ein sang, ið nevnist “I’m Yours” hjá Jason Mraz.

Hetta leiður meg víðari til næsta spurning. Eg spyrji Fróða um hetta kanska vísti honum, at tónleikaleiðin var ein leið fyri hann.

– Hendan framførslan í skúlanum við Streymin vísti mær á, at hetta er nakað sum eg allarhelst dugi heldur væl. Tað var við til, at eg gjørdist bitin av tónleikinum.
Heldur enn, at ganga til siðbundnu frítíðarítrivini sum fótbólt og tílíkt sat eg og spældi gittara. Eg kundi sita sera leingi og spæla. Tónleikurin gjørdist Alpha & Omega.

Hvør er størsta fyrimyndin?

– Tað er torført bert at nevna ein tónleikara sum fyrimynd. Allur tónleikur, ið eg havi lurta eftir ígjøgnum árini hevur mynda meg sum tónleikara. Um eg skal nevna eitt ítøkiligt navn, so vil eg nevna Bob Dylan. Hann hevur hugtikið meg í nøkur ár. Tá hugsi eg serliga um sangskrivingina hjá honum. Hann var ein liður í, at áhugi mín fyri singer-songwriter tónleiki vaks í stórum.

Hvaðani fært tú íblástur til sangir?

–  Mest úr kenslum. Eg eri eitt sindur privatur sum persónur. Eg geri ikki so nógv burturúr mær sjálvum og tað tykist mær lættari, at fáa kenslurnar fram ígjøgnum tónleik.

Eisini dragi eg íblástur úr persónligum søgum. Kanska serliga hjá mær sjálvum, men eisini hjá fólkum, ið eg møti í gerandislívinum.

Hvørjum ert tú mest errin av í tónleikalívinum?

– Tað er ein góður spurningur! Eg eri mest errin av bólkinum hjá mær. Teir eru sera dugnaligir og eg kenni meg hepnan at hava teir afturat mær. Teir lyfta meg á eitt hægri støði tónleikaliga.

 


Bólkurin hjá Fróða ” Fróði Bjarnason” sæðst avmyndaður her.
Umframt Fróða eru limirnir frá vinstru:
Rasmus Vigant Samuelsen, Árni Jóhannesson, Robert Bjarnason og Tórður Dam Jacobsen.

Hvør er størsti dreymurin?

– Eg veit ikki um eg beinleiðis havi ein dreym við tónleikinum. Eg vil siga, at eg strembi altíð eftir at røra lurtaran. Um tónleikurin megnar at røra onkran, so eri eg longu væl áleið.

Eg eri so mikið heppin, at eg havi gott fólk afturat mær og saman hava vit givið nøkur støkløg út, sum er dreymurin hjá øllum tónleikarum. Eisini vunnu vit tónleikakappingina Stella Polaris/Sement. Tað var stórt!

Komin til seinasta spurningin, spyrji eg Fróða hvat er á skránni komandi tíðina.

– Undir vanligum umstøðum hevði eg havt onkrar framførslur, men korona ávirkar sjálvandi tann møguleikan. Tann mest ítøkiliga uppgávan eg havi í løtuni, er ein komandi fløga við bólkinum. Hon er væl ávegis men vit hava ikki sett nakra dagfesting á enn.

Bólkurin er at finna á facebook undir heitinum “Frodi Bjarnason”. Har ber til at fylgja við gongdini hjá teimum.