Kamping

Kampingøkið á Eiði er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini, og er Føroya best útgjørda kampingøki.

Økið er væl vitja um summari, vognarnir savnast í stórum talið á økinum og talan er bæði um føroyska og útlendska vitjan.

Sera barnavinarligt er á økinum og børn stórtrívast í vakra náttúru umhvørvinum.

Eisini eru tónleika framførslur javnan á skránni. Millum annað hevur Sámal Ravnsfjall framført fyri kamping gestunum og eisini er harmonikutónleikur á skránni.

Leiðari fyri kampingøkið er Jógvan í Skorini – Tlf. 530333