Á Vitjan í Eiðisstovu
Klokkan er farin nakað yvir 15:00, hósdagur er og í Eiðisstovu byrja fólk
at savnast saman til eina hugnaløtu í eldrafelagnum. Fólk hittast til at práta, syngja og annars at hugna sær.
Tá ið eg stígi innum gátt, gongur prátið væl. Lagið er gott og dúgliga verður skemta og práta um leyst og fast. Eg verði beinanvegin biðin um at fáa mær sess.
Eisini verður nógv bundið. Stokkarnir glinta óført, nú nýggj pløgg skulu bindast til tey nærmastu.
Bindiuppskriftir er millum heitu evnini hesumegin hølið.
Eftir eina løtu við hesum práti og skemtisøgum, verða sangheftir
borðin teimum frammøttu og trivið verður í kendar Føroyskar sangir, eitt nú “Rósan og summarfuglurin”.
Sangurin gongur væl afturvið góðum og vælhóskandi klaverleiki.
Eftir sangløtuna verður boðið til kaffi og kaku.
Eldrafelagið telur 75 limir harav 20-30 hittast hvønn mánadag og hósdag, klokkan 15:00-18:00 frá september til juni.