Heystfagnaður

Síðani 2014 hevur á hvørjum ári í oktober verið skipað fyri heystfagnaði á Eiði. Tiltakið verður eisini rópt “Føroya bygdasligasta tiltak”, og er ætla til at varpa ljós á siðbundna føroyska bygdalívið, sum enn livir – ikki minst um heystið.

Á skránni eru fyrilestrar, framsýningar og kappingar. Kappast verður millum annað í hvør dugir best at fletta og hvør ger tað bestu rullupylsuna og kjøtpylsuna. Eisini eru ymiskar tónleikaframførslur og føroyskur og enskur dansur.

Eisini er flettikapping á skránni á hvørjum ári. Kappast verður í hvør flettir skjótast og við mesta reinføri.

Umframt smakkiroyndir og brellbitar av ymsum slag ber eisini til at keypa sær okkurt til matna og okkurt leskandi afturvið.

Tiltakið plagar at vera væl vitja og skráin veksur á hvørjum ári.

Her sært tú ein stuttan film av Heystfagnaðinum 2023.

Fleiri upplýsingar, myndir og tíðindi um tiltakið kunnu síggjast her.