
Talvfelagið Rókur
Talvvirksemið á Eiði hevur nógv ár á baki. Tá Talvsamband Føroya varð stovnsett í 1970, var eitt umboð fyri Eiðis talvfelag við á fundinum. Síðani tá hevur gingið upp og niður við skipaðari telving.
Í dag er talvfelag í bygdini nevnt Rókur. Felagið byrjaði virksemi sítt í 2017. Telva verður hvørt mánakvøld klokkan 19 í skúlanum á Eiði og øll eru vælkomin. Formaður felagsins er Mortan Mørkøre, tlf. 276765.