Dagstovnaøki

Barnagarðurin á Eiði, Korndalsgarður varð tikin í nýtslu í 2008.

Í Korndalsgarði eru tvær vøggustovur við áleið 10-12 børnum í aldrinum 1-3 ár
og tvær barnagarðsstovur við áleið 14-16 børnum í aldrinum 3 ár til og við 5 ár.

Faldari um Korndalsgarð, frítíðarskúlan Spíran, og ungdómshúsið kann lesast her

Upplatingartíðir

Korndalsgarður hevur opið frá kl. 07:00 til 17:00. Stovnurin hevur stongt 4 vikur um summarið, millum jól og nýggjár og tveir aðrar dagar, ið verða kunngjørdir frammanundan.

Barnið skal vera á stovninum fyri kl. 09:30, um ikki annað er avtalað, so arbeiðið kann verða lagt til rættis.
Barnið skal vera úti av stovninum kl. 17:00

Kostnaðurin fyri pláss á stovninum er:

Dagstovn: Børn undir 3 ár 1.945 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.
Dagstovn: Børn yvir 3 ár – farið verður í fyrsta flokk – 1.550 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.
Frítíðarskúlabørn: 900 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.
Aldan (forskúllin): 650 kr. um mánaðin, 11 mánaðir um árið.

Avsláttur verður somuleiðis latin teimum foreldrum, ið hava tvey børn í dagstovni.

Skipanin er soleiðis, at:
– Fyri yngsta barnið verður rindað fult gjald
– Fyri næsta barnið verður latið 25 prosent í avsláttri
– Triðja barnið gongur ókeypis

Samband:

Barnagarðurin Korndalsgarður
Foravegur 11
Tlf. 200410

Leiðarin, tlf. 740410

Email: korndalsgardur@eidi.fo

Stovurnar:
Rósan, tlf. 740411
Blákollan, tlf. 740412
Sóljan, tlf. 740413
Spírin, tlf. 740414
Summardáin, tlf. 740415

Ársfrásøgn/Annual report

Frásøgn frá stovnsleiðaranum fyri 2022/23 kann lesast her

The annual report from the manager at Korndalsgarður is available in English