Eiðis bóltfelag 110 ár

Í samband við at Eiðis bóltfelag í ár verður 110 ára gamalt eru hesi orð fest á blað.

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Keldur: eb.fo og hvannrok.fo.

Byrjanin

Um aldarskiftið 1900 hevði fótbóltur fest røtur í flestu londum heimsins, og Føroyar vóru einki undantak í so máta. Í 1892 settu tvørámenn á stovn “Tværø Boldklub”, sum var fyrsta fótbóltsfelag í landinum. Nøkur ár eftir hetta, vóru feløg eisini sett á stovn í Tórshavn og í Klaksvík.

Nú gongur leiðin til Eiðis – nøkur ár seinni. Í 1913 búðu tað góð 500 fólk á Eiði. Her vóru ómetaliga góðar umstøður at rógva út, og tí vaks fólkatalið støðugt í vøkru landnámsbygdini. Tað var júst í 1913, at fótbóltsfelag var sett á stovn á Eiði. Tað var 24. februar í 1913, at “Ejde Fodboldklub” – seinni Eiðis bóltfelag –  varð sett á stovn. Fyrsta ítróttarfelag í Eysturoynni var nú veruleiki.


Handilsmaðurin Oliver Øster var fyrsti formaður felagsins.

Fyrstu tíðina var eingin vøllur at spæla á, og tí var hetta fremsta mál felagsins. Fyriskipararnir leigaðu eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið. Undirtøkan fyri felagnum var stór, og tað var skjótt, at limatalið lá um 40 fólk.

Í 1914 var limagjaldið sett til tríggjar krónur fyri virknar og eina krónu fyri óvirknar limir – um árið. Hvørjum virknum limi varð harumframt álagt, at arbeiða upp á vøllin tíggju dagar um árið í nakrar vetrar. Sum tíðin leið tók vøllurin skap, tó at hann var í minna lagið. Tí bar ikki til at leika við 11 monnum á hvørjum liði. Fyrsti dysturin var leiktur í 1916. Tað vóru fuglfirðingar, sum komu norð at royna seg ímóti eiðismonnum. Avtala var, at leikast skuldi við níggju monnum á hvørjum liði. Vøllurin á mølini stóð annars liðugur í 1967.

16. februar í 1916 helt felagið sín fyrsta regluliga aðalfund, og tá varð nýggj felagslóg samtykt.

Nevndin varð skipað við Oliver Øster sum formanni og Hans Jacob Joensen sum kassameistara. Hinir í nevndini vóru: Gudmund Effersøe, Anton Ellingsgaard, Olaf Ellingsgaard og Johan Hendrik Hansen.


EB 1939. standandi frá vinstru: Gunnar Andreasen, Arnold Ellingsgaard, Óli Egilstrøð, Simun Elias Kristiansen, Neli Nielsen, Sigurður Júliusson (venjari). 
Húkandi frá vinstru: Louis Andreasen, Óli Festirstein, Andreas Larsen, Poul Johannes Festirstein, Jens Tonny Kruse, Martin Kruse.

Fyrstu nógvu árini vóru dystir leiktir ímóti leirvíkingum, gøtumonnum og fuglfirðingum. Tað var ikki fyrrenn undir krígnum, at eiðismenn fóru til Havnar og Klaksvíkar at spæla. Fótbóltsliðið hjá EB spældi aldrin í bestu deildini.

 


EB 1977. Hetta var fyrstu fer, at stuðul var at síggja á blusunum. Frá vinstru:

Ovasta rað: Petur Kruse, Edvard Pauli Ejdesgaard, Rasmus Joensen, Nikkel Nielsen, Hans Egil Joensen.
Miðan: Jóan Petur Kristiansen, Regin Ellingsgaard, Olaf Frits Joensen, Bergur Johannesen.
Niðasta rað: Sverri Ellingsgaard, Tóri Jacobsen, Kári Mørkøre, Torbjørn Ellingsgaard.

Hondbólturin tekur yvir og tað ógloymandi árið

Sum 1940’árini gingu, gjørdist Eiði meir hondbóltsbygd enn fótbóltsbygd. Tað var í 1945, at gøtumaðurin Andreas Thomsen, sum var lærari í bygdini, lærdi ungdómin at spæla hondbólt.
Fyrsta landskappingin í hondbólti var á skránni í 1943, men tað var ikki fyrrenn í 1947, at EB meldaði tvey kvinnulið til kappingina. Sigast má, at Thomsen dugdi væl at læra frá sær, tí eiðiskvinnurnar gjørdu ikki mætari enn at vinna FM í báðum deildum fyrsta árið.

EB føroyameistari í 1947. Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Astrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen.

Finaludagurin gjørdist ein ógloymandi hátíðardagur fyri EB leikararnar. Meðan tær fyrireikaðu seg til dystin, búðu tær á Háskúlanum.

Finaluliðini bæði, EB og Vípan av Sandi, gingu skrúðgongu niðan í Gundadal, har nýggjur hondbóltsvøllur var bygdur. Nógv fólk vóru savnað at hyggja eftir finaluni, sum endaði 7-3 til EB. Vípan vann FM í 1944, og genturnar heiman av Sandi sóu seg tí helst sum favorittar til dystin, men eiðiskvinnur vildu tað øðrvísi. Meistaraheitið í 1947 er higartil einasta FM heitið hjá EB í bestu deild, bæði í hondbólti og fótbólti.

Mæta 2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949. Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth. Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.

Liðini í 2. deild vunnu fleiri meistaraheiti í hondbólti næstu árini. Kvinnurnar vunnu FM í 1947, 1948, 1949, 1973 og 1974. Menninir vunnu í 1969 og 1976.

Minkandi virksemi

Í 1972 varð nýggjur asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan á Eiði.
Um sama mundi, byrjaðu ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. So við og við minkaði hondbóltvirksemið hjá felagnum, til hondbólturin at enda datt burtur í einki. Hjá fótbóltsliðunum var langt ímillum snapsarnar, tó at onkur glotti var at hóma. Í 1980’árunum var kvinnufótbóltur skipaður í Føroyum, og kvinnuliðið hjá EB var ofta at finna í bestu deildini.

3.deildarliðið hjá monnum vann FM í fótbólti í 1985 og eitt u-16 lið vann FM í 1992, umframt at gentulið í fótbólti eisini vann tvey meistaraheiti í 1990’árunum.

Upp til dagin í dag

Hóast einki skipað virksemi innan hondbólt í nógv ár, brann hondbóltsáhugin hjá eiðisfólki altíð heitur. Tá ið  ítróttarhøllin loksins stóð klár í 2003, skuldi ikki ganga long tíð áðrenn aftur varð farið í holt við at fáa søguríka felagið uppaftur á beinini. Byrjast mátti sjálvsagt í smáum, men innan stutta tíð vóru bæði dreingja – og gentulið mannaði í ymiskar aldursbólkar, umframt lið hjá monnum og kvinnum í 2. deild.

Nú vit skrivað 2023 er Eiðis bóltfelag eitt hondbóltsfelag burturav og kvinnuliðið er aftur at síggja í bestu deildini. Tað hevur við sær ekkó úr bestu tíð felagsins, nú aldurforestin í Eysturoynni, við sera ríku søgu sínari er vorðin 110 ára gamal. Eiðis kommuna ynskir EB hjartaliga tillukku við runda degnum.