Cookie politikkur
Vit nýta hesar cookies á okkara heimasíðu. Í høvuðsheitinum er talan um cookies sum samla hagtøl yvir vitjandi.
Heiti | Eigari | Endamál | Gongur út | Slag |
_ga | Hagtøl | Beinanvegin | HTTP | |
_gid | Hagtøl | Um eitt døgn | HTTP | |
_gat | Hagtøl | Beinanvegin | HTTP | |
__atuvc | AddThis | Hagtøl | Um tríggjar mánaðar | HTTP |
__atuvs | AddThis | Hagtøl | Um tríggjar mánaðar | HTTP |
moove_gdpr_popup | Moove GDPR | Stillingar | Um eitt ár | HTTP |
Les meir um Google cookies her. Les meir um Facebook cookies her. Les meir um AddThis cookies her.
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji eru vit?
Hesin politikkur er galdandi fyri okkara heimasíðu, https://www.eidi.fo.
Hvørjar persónligar upplýsingar samla vit og hví?
Tín nýtsla av heimasíðuni hjá Eiðis kommunu er dulnevnd. Vit skráseta ongar dátur, sum kunnu brúkast til at eyðmerkja teg sum persón, uttan so at tú fyllir út oyðubløð, sum krevja, at tú sigur hvør tú ert, ella um tú meldar teg til tænastur so sum okkara tíðindabrøv.
Vit hvørki selja ella geva víðari persónligar upplýsingar til triðja partar, uttan so at tænastan, ið tú meldar teg til, krevur tað.
Øll skjøl í eini sak, sum eru til viðger í kommununi, verða goymd í okkara elektronisku skjalagoymslu.
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum. Vanliga verður spurgt eftir teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari. Í einstøkum frymlum verður spurt um fleiri upplýsingar, um hetta krevst til tess at viðgerða umsóknina.
Oyðubløð
Við at útfylla oyðubløð við tínum upplýsingum, samtykkir tú samstundis, at vit kunnu nýta hesar upplýsingar til viðgerðina av umsóknini. Vit spyrja ongantíð eftir fleiri upplýsingum, enn eru neyðugir til tess at kunna viðgera umsóknina. Upplýsingarnar verða goymdar hjá triðja parti, og vit hava fingið váttan frá triðja parti at triðji partur heldur GDPR-lóggávuna og hevur ISAE 3402-váttan fyri hýsingarumhvørvið.
Tíðindabræv
Við at tilmelda teg til tíðindabræv verður teldupostbústaður tín lagdur í listan yvir tey, ið kunnu fáa boð umvegis teldupost, sum kunnu innihald upplýsingar um handils- ella lýsingartilfar, sum viðkemur hesi heimasíðu/tænastu. Tín teldupostbústaður kann eisini verða lagdur í listan, eftir at tú hevur teknað teg til hesa heimasíðu, ella gjørt eitt keyp á heimasíðuni.
Vanliga verður spurgt eftir fornavni, eftirnavni og teldupostbústaði.
Hagtøl
Vit samla hagtøl yvir, hvussu heimasíðan verður brúkt og hvussu brúkarar leita á síðuni. Hetta hjálpir okkum at menna og betra um heimasíðuna, so tú lættari finnur tað, tú leitar eftir.
Cookies
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í cookies. Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesar cookies eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eina fyribils cookie, fyri at staðfesta um tín browsari loyvir nýtslu av cookies. Hendan cookie inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað, tá tú sløkkjur browsaran.
Tá tú innritar seta vit fleiri cookies, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða allar cookies strikaðar.
Um tú rættað ella útgevur eina grein, verður ein cookie løgd í tín browsara. Hendan cookie inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummarið á greinini, sum tú júst hevur rættað. Hendan cookie er bert galdandi í ein dag.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvegað av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar, ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna eru cookies og upplýsingar um brúk.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy – Opt Out. Privacy Shield participant.
Hvussu leingi verða cookies goymdar?
Livitíðin hjá eini cookie er skiftandi, alt eftir hvat teir ymsu útbjóðararnir hava sett hana til. Onkrar cookies verða strikaðar, so skjótt sum tú sløkkir browsaran, meðan aðrar kunnu goymast í fleiri ár.
Nógvir útbjóðarar brúka vanliga 12 ella 24 mánaðars livitíð á teirra lýsingar-, hagtals- og innihaldsrelateraðum cookies.
Legg til merkis, at livitíðin verður longd eftir hvørja vitjan, so tað er t.d. 24 mánaðir frá tíni seinastu vitjan, at ein cookie verður goymd á tíni teldu.
Hvussu striki eg cookies?
Tú kanst altíð avvísa ella strika cookies á tíni teldu við at broyta stillingarnar í tínum browsara. Hvar tú finnur hesar stillingar er treytað av hvønn browsara, tú brúkar. Legg tó til merkis, at um tú gert hetta, kunnu tað vera funkur og tænastur, sum tú ikki kanst brúka, tí tær rigga treytað av, at browsarin kann minnast, hvat tú hevur valt.
Allir browsarar loyva, at tú strikar cookies einkultvís ella allar í senn. Vel tín browsara niðanfyri, um tú vilt fáa vegleiðing til, hvussu tú strikar cookies. Um tú brúkar fleiri browsarar, mást tú strika cookies í teimum øllum.
Hevur tú sagt nei og angrar tað, skalt tú fara inn í tín browsara og strika cookies. Síðan verður tú aftur spurdur, um tú góðtekur cookies.
Leinkjur
Cookies á www.eidi.fo
Neyðugar cookies
Hesar cookies eru neyðugar fyri, at heimasíðan kann bjóða eina serliga tænastu.
Á eidi.fo verður ein cookie brúkt til at kanna, um tú sum brúkari hevur givið samtykki til at vit brúka cookies á síðuni. Ongar persónligar dátur verða samlaðar í hesum sambandi.
Triðjaparts-cookies
Hesar cookies verða brúktar til at tryggja optimala brúkarauppliving á heimasíðuni. Hetta er t.d. valdar preferencur so sum mál ella val, sum gera navigering á síðuni lættari.
Hesar cookies verða eisini brúktar til rakstur av heimasíðuni. Tað kann t.d. verða teljing av talinum av vitjandi ella aðrir upplýsingar, sum skulu brúkast til greiningar. Tær verða eisini brúktar í samband við spurnarbløð. Hesar cookies kunnu í avmarkaðan mun samla dátur, sum kunnu leiða til tann einkulta brúkaran.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu verða sendar ígjøgnum eitt automatiserað spamfiltur. Øll kunning og allar dátur verða hýst í Englandi.
Samband við okkum
Eiðis Kommuna
Brekkuvegur 37
470 Eiði, Føroyar
Teldupostur: eidi@eidi.fo
Telefon: +298 200 400