VEKS

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um

– Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
– Heimahjálp
– Heimasjúkrarøkt
– Venjingar / ergo- og fysioterapi
– Matútbering
– Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.

Arbeitt verður við framhaldandi menning av tænastum.

Leiðari í VEKS er Páll á Reynatúgvu

Stýrislimirnir í VEKS eru:

Sára Jógvansdóttir, forkvinna (Vestmanna Kommuna)

Hans Jóhann Sørensen, næstformaður (Kvívíkar Kommuna)

Jógvan í Skorini (Eiðis Kommuna)

Anja Haldansen (Vestmanna kommuna

Eyðstein Zachariassen (Sunda kommuna)

Jóhanna Paula við Streym (Sunda kommuna)

Jógvan Kruse (Sunda kommuna)

Meiri kunning á http://www.veks.fo