Heimatænastan VEKS

VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu

Eftir at eldraøkið frá 1. januar 2015 við lóg er lagt út til kommunurnar at umsita og reka, hava tær fýra samstarvandi kommunurnar – Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur – stovnað samstarvið VEKS, ið vegna kommunurnar nú umsitur alla eldrarøkt og heimatænastu í hesum økjum. Tænasturnar hjá VEKS fevna um

– Umlætting og bústað á røktarheimi/sambýli
– Heimahjálp
– Heimasjúkrarøkt
– Venjingar / ergo- og fysioterapi
– Matútbering
– Fyrbyrgjandi heimavitjan til 75 ár og eldri.

Vitja heimasíðu: https://veks.fo/