Andlát
Tá andlát er, eiga tey avvarðandi at siga kommununi frá, nær jarðarferðin verður.
Um ynski er at nýta líkvognin, kunnu tit venda tykkum beinleiðis til Sólsetur á tlf. 353637. Henda tænastan er ókeypis fyri borgaran.
Sólsetur kann eisini veita allar aðrar vanligar tænastur í samband við andlát og jarðarferð. Aðrar tænastur enn koyring gjalda borgararnir tó sjálvir fyri.