Barnaverndartænastan VEKS

Vestmanna-, Eiðis, Kvíkvíkar og Sunda kommunur samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg um barnavernd.

Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum: barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Barnaverndarumsitingin húsast í hølunum hjá Sunda kommunu á Oyrarbakkavegi 3 á Oyrarbakka og svarar á tlf. 667271. Barnaverndartænastan hevur hesar upplatingartíðir: Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag er opið frá kl. 9.00 – 16.00, meðan tað mikudag er opið frá kl. 10.00 – 16.00. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200, t-postur: bvt@sunda.fo.

Barnaverndarnevndin er mannað við fólki úr teimum samstarvandi kommununum.

Arbeiðið við barnavernd skal tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Miðað verður eftir, at munagóð fyribyrgjandi tiltøk kunnu setast í verk í samstarvi við foreldrini, so trupulleikarnir verða rættaðir, áðrenn teir gerast tyngjandi í gerandisdegnum.

Barnaverndartænasturnar kring landið arbeiða í tøttum samstarvi við Barnaverndarstovu Føroya, ið hevur ein samskipandi og ráðgevandi leiklut.

Barnaverndarnevndin 2021-2024:

Lau Jensen, formaður                                         (Eiðis kommuna)

Marsanna Tummasardóttir, varaforkvinna   (Sunda kommuna)

Joan Vang, nevndarlimur                                  (Vestmanna kommuna)

Paula Bøgesvang, nevndarlimur                      (Eiðis kommuna)

Tórarinn Niclasen á Rípuni, nevndarlimur   (Kvívíkar kommuna)