Vinarbýir
Eiðis kommuna er partur av størstu vinarbýaketuni í Norðanlondum, rópt foreningen NORDEN ella Norrønafelagið. Fyrsta lokala deildin av felagnum varð stovnað á Siglufirði í 1938. Føroyska deildin varð stovnað í 1986, men Eiðisfólk luttóku í vinarbýatiltøkum longu í 1982.

Samstarvið millum vinarbýirnar hevur verið ymiskt, men hesi seinnu árini hevur tað fyrst og fremst verið av mentanarligum slag. Norrønafelagið stendur fyri ein stóran part fyri tí praktiska í hesum sambandi.
Fýra ferðir hevur vinarbýastevna verið á Eiði; í 1988, 1996, 2006 og 2014.
Ein bóklingur varð fyri nøkrum árum síðani gjørdur um søguna hjá Norrønafelagnum. Bóklingurin finnist her.
Grein um norrønafelagið og fyrstu stevnuna á Eiði kann lesast her
