Norrønafelagið – Byrjanin og fyrsta vinabýarstevnan á Eiði

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Søguliga hevur verið sera nógv og tætt samband norðurlandana millum. Bæði av tí góða og tí minni góða slagnum. Frá bardøgum og klandri í fornari tíð, til tað meira siðiliga og mentanarkenda samstarvið, sum vit kenna aftur í dag. Ein liður í hesum samstarvið er norrønafelagið, sum var sett á stovn fyri góðari øld síðani í Norðurlondum. 

Ì hesi grein fara vit at viðgera søgu felagsins, og serliga fyrstu stevnuna á Eiði í 1988. Fyrst gongur leiðin tó eina góða øld aftur í tíðina.     

Byrjanin

Norrønafelagið ella “Foreningen Norden” varð stovnsett í kjalarvørinum av fyrra heimsbardaga í Noreg, Svøríki og Danmark í apríl 1919.
Tað var beinanvegin, at felagið fór í gongd við at menna norðurlendskt samstarv og felags áhugamál fyri økið, undir leiðarorðunum “Kunnleiki skapar vinalag”.
Stovnsetararnir vónaðu, at hetta samstarvið kundi forða einari endurtøku av stóra krígnum sum júst hevði herja. 

 Tvey ár seinni var íslendska “Norrænafelagið” stovnsett, og tað var eisini í Ìslandi, at fyrsta lokaldeildin var stovnsett. Stutt undan seinna heimsbardaga, í Siglufirði.

Ein kundi spurgt seg um, hví akkurát tað var Siglufjørður, ið var valdur sum stovningarstaður. Høvuðsvinnan í bygdini er sildafiskiskapur og søguliga var Siglufjørður eitt pláss, har norðurlendskir fiskimenn kundu hvíla og stuttleika sær millum túrarnar. Tí var hendan bygdin mett at vera eitt hóskandi stovningarstað.

Nøkur ár seinni vaks áhugin fyri hesum samstarvið her heima og Norrønafelagið í Føroyum var stovnsett í 1951.


Tað var í Siglufirði, at fyrsta lokalfelag varð stovnsett 1938.

Áhugi fyri at fáa Eiði uppí

Á sumri í 1981 skipaði Norrønafelagið fyri einum túri til Eiðis. Áleið 25 limir komu úr Norðurlondum, at fregnast um nakar áhugi var fyri, at innlima Eiði í felagið.
Skipað var fyri fundi í EB Húsinum, har partarnir komu ásamt um, at Eiði skuldi umboðast á stevnuni árið eftir. Fylgjandi stevnan var hildin í finska býnum Kangasala, og á fyrsta sinnið vóru eiðisfólk millum luttakararnar. 

Fyrsta stevnan á Eiði
Norrønafelagið á Eiði varð stovnsett hin 15. september í 1986. Fyrsti formaður felagsins var navnframi læknin Petur Reinert. Fyrsta vinarbýðarstevnan á Eiði var á skránni í 1988.

Hátíðardámur var um alla Eiðis bygd, nú norðurlendingar savnaðust fyri at fagnað norðurlendskari mentan.


Petur Reinert (1923-1991) var undangongumaður á Eiði.

Ì góðveðrinum komu tríggir fyltir bussar snúðandi omaneftir vegnum til Eiðis. Á upptøkum sæðst, at ferðafólkini vóru øll mest sum eitt stórt smíl. í bussunum varð dúgliga peika og práta. Helst vóru øll bergtikin av stórslidnu náttúruni og gomlu, hugnaligu bygdini, sum møtti teimum.

Norðurlendsku fløggini prýddu Vaglið, og ein stór mannamúgva var savnað, fyri at heilsa uppá tey nógvu fólkini, sum skuldu húsast í bygdini komandi dagarnar.
Eitt undantak var tó. Ongin kom til Eiðis úr Arsuk, av tí at so nógvur toskur var akkurát at fáa hjá teimum, og hesin møguleikin mátti ikki fara framvið. Ìstaðin var Arsuk og Grønland sum heild umboða av lokalum grønlendskum tilflytara.

Formaðurin í Norrønafelagnum á Eiði, Petur Reinert, settið stevnuna.

Hann byrjaði røðuna við at umbera seinkingina. Veðrið hevði ikki verið til vildar vesturi á flogvøllinum, og tí fingu gestirnir ikki lent beinanvegin. Ì røðuni varð borði fram, at komandi dagarnar skuldu gestirnir sleppa at síggja lívi í bygdini. Hvussu alt gekk sína gongd, bæði í gerandis og í veistluhýri.

Nógv var á skránni hesar dagarnar. Listarligar framsýningar og mentanarligar framførslur vóru millum mest vitjaðu tiltøkini. 

leiðin gekk oman í Múlavík. Her vóru trøð frá øllum býðunum niðursett. Endamálið við hesum var, at trøðini skuldu vaksa seg stór og vøkur, sum ímynd av vinskapi og samstarvið.
Jógvan K. Mørkøre bar fram røðu, har hann greiddi frá hví Múlavík var valt sum savningarstaður. 

Ì fleiri ættarlið var Múlavík ein staður, har børn lærdu at svimja, eins og tað var her at tey knýttu nógv vinarbond. Tað var við hesum í huga, at trøðini vóru niðursett júst í Múlavík.

Hvørt træð var ein gáva frá einum ávísum norðurlandi, og so hvørt sum tey vóru niðursett, varð borði Eiðis bygd og eiðisfólkum eina heilsu.

Gongur tú tær ein túr oman í Múlavíkina, hanga hesar blíðu heilsur enn í luftini og trøðini standa stinn, sum ímyndin av samstarvið og vinabandi.