Kunning frá læknaviðtaluni við Norðskála viðv. beinkrím og covid19 koppseting
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
Mælt verður til, at hesir bólkar, læta seg koppseta:
-tey, sum eru 65 ár og eldri
-fyritíðarpensjónistar
-tey, sum eru í vanda fyri at gera álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
-tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
-húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
-heilsu- og røktarstarvsfólk
-Barnakonur
-Børn millum 2 og 7 ár fáa tilboð um influensakoppseting
Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og covid19 sama dag
Ert tú í iva um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispurningi. Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.
Ringjast skal inn til læknaviðtaluna á tlf. 423006 millum kl 8-11 og biða sær tíð til koppseting.
Vit fara fyribils, at koppseta 20/10 og 27/10.
Læknaviðtalan við Norðskála