112 dagur við Margáir

112-dagur verður við Margáir í Streymnesi, 20. mai. 2026, kl. 10.00-13.00, fyri børn í 1. 2. og 3. flokki í øllum VEKS økinum.

Allir 1.- 3. floks næmingar úr Vestmanna Kommunu, Eiðis Kommunu, Kvívíkar Kommunu og Sunda Kommunu luttaka á 112-degnum.

Hesin dagurin er skipaður av SSP-samstarvinum í VEKS økinum.

Børnini muga verða ílætin eftir veðrinum, tí tiltakið er uttandura.

Bussar koyra frá øllum skúlunum til Margáir, og frá Margáum aftur til skúlarnar.

Tiltakið er skipað í samstarvi við SSP-lærarar á skúlunum.

Vit gleða okkum at bjóða nógvum fittum børnum vælkomnum.

 

Vit síggjast.